Í gjár tók løgreglan ein bil, sum varð máldur til atkoyra 103 km um tíman á landsvegnum millum Áir og Hvalvík. Hann fær bót og klipp í koyrikortið.
Á sama strekki varð ein vørubilur við viðfestisvogni steðgaður. Tá løgreglan kanna bilin og koyrikortið hjá bilføraranum, vísti tað seg, at hann ikki hevði koyrikort til at koyra við so tungum lessi. Samlaða vektin á bili og á viðfestisvogni var upp á 5,5 tons, og við vanliga koyrikortini má tann vektin ikki fara upp um 3,5 tons. Til vekt sum fer upp um krevst stórt koyrikort og eitt BE koyrikort til viðfestisvogn.
Í Søldarfirði steðgaði løgreglan í gjár einum lastbili, sum sá heldur tungur út. Tað vísti seg, at hann var yvirlessaður við 4,5 tonsum. Hann hevur loyvi til at hava 32 tons, men hevði 36,5 tons. Tað fær bilførarin eina bót fyri.
Og sum tað síðsta sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, at tey í gjárkvøldið vórðu boðsend til órógv á einum skeinkistað – tað sum á løgreglumáli verður nevnt »værtshusuorden«, sum tey fara at kanna nærri í dag.










