Fimleikafagnaður verður um vikuskiftið

Tíðindaskriv, Føroya Fimleikasamband

 

Um vikuskiftið verður Fimleikafagnaðin 2025, har evnið í ár er “Vón”.

 

Hetta verður ein heilt serlig, ljósfylt og rørandi uppliving í Norðurlandahúsinum, har heili 400 fimleikarar frá øllum landinum fara at framføra teirra tulking av Vón við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

 

Fimleikafagnaðurin er annaðhvørt ár og savnar øll fimleikafeløgini í Føroyum til eina felags hátíðarløtu, har fimleikurin verður fagnaður. Í ár luttaka: Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

 

Eitt fjølbroytt dómaratoymi úr ymiskum listarligum umhvørvum, umframt umboð frá feløgunum, velur vinnaran. Vinnarin verður avdúkaður til seinastu sýningina sunnudagin. Sýningin sun 9. november klokkan 16.00 verður eisini stroymt á www.fimleikur.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##