Rætturin til heilsugott kynslív

Tíðindaskriv frá Megd:

 

Í síðstu viku luttók MEGD á fundi í norðurlendska samstarvinum innan brekrættindi. Norðurlendsku meginfeløgini fingu møguleika at bjóða einum ungdómsumboði við úr hvørjum landi, og setti hetta ein góðan dám á kjak og umrøðu av rættindum og vælferðarskipanum. Rættindi hjá ungum, ið bera brek, vórðu í fokus og høvuðsevnið á fundinum var rætturin hjá fólki, ið bera brek, til persónligt kynslív.

 

Luttøka úr Føroyum

 

Á norðurlendska samstarvsfundinum um brekrættindi (Funktionshinderrådet), sum verður hildin hálvárliga, luttóku Ninna Reinert Simonsen, ungdómsumboð fyri MEGD, Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari hjá MEGD og Barbara Álvsdóttir Thomsen, fulltrúi í Almannamálaráðnum. Á skránni vórðu nógvar góðar framløgur, fyrilestrar og kjak um ymisk viðkomandi evni og tema’ið á fundinum var rætturin hjá fólki, ið bera brek, til heilsugott kynslív og nøring. Øll menniskju hava rætt til heilsugott kynslív og nøring. Í øllum norðurlondum eru týðandi avbjóðingar í rættindum hjá fólki, ið bera brek, ið viðvíkja kynslívi og nøring. Niðurstøðan á fundinum varð lýst í tíðindagrein ”Personer med funktionsnedsättning ska ha rätt till sin sexualitet” hin 5. november. Í stuttum vísir greinin á at fólk við breki og varandi sjúku hava sambært altjóða brekrættindasáttmálanum somu rættindi, sum onnur, bæði í mun til útboð, góðsku og støði, og at hetta eisini eigur at verða galdandi fyri lógir og skipanir, ið kunnu vera viðkomandi fyri kynslív og nøring. Fólk við breki skulu hava frælsi, við ábyrgd, at taka avgerð um nær ella um tey ynskja at fáa børn, og hava í tí høpi eisini rætt til kunning, vegleiðing og stuðul til almanna- og heilsutænastur og familjuplanlegging.

 

Framvegis stórar avbjóðingar

 

Royndir og kanningar vísa, at rættindini hjá fólki, ið bera brek, til heilsugott kynslív og nøring verða ofta gloymd ella avmarkað orsaka av ymiskum umstøðum og forðingum í samfelagnum. Hóast øll norðurlond hava samtykt altjóða brekrættindasáttmálan og í stóran mun ery fyrimyndir á økinum, eru framvegis nógv viðurskifti, ið eiga at verða betrað.

 

Rætturin til heilsugott kynslív

 

Millum annað hevði Ingrid Thunem úr meginfelagnum fyri ung í Norra, Unge Funktionshemmede, eina sera áhugaverda framløgu um egna gransking í evninum ”Rætturin til heilsugott kynslív sambært altjóða brekrættindasáttmálanum”, har hon m.a. greiddi frá stóra og umfatandi týdninginum, ið persónligir hjálparar og stuðlar hava í sambandi við rættindi til kynslív hjá fólki, ið bera brek. Talan er um eitt evni, ið mangan kann vera sera viðkvæmt, og tískil er nærum einki granskað á økinum. Hon vísti m.a. á at áleið 67% av fólki, ið bera brek, heldur valdu kynslívið frá, enn at fáa persónlig hjálparfólk ella stuðlar at stuðla undir ella leggja lag (fasilitera) á kynsligt virksemi. Her eigur at vera kunna um markið millum at luttaka og so at stuðla ella leggja lag á, sum eisini eigur at verða staðfest í lóggávu og skipanum. Øktur váði er fyri kynsgrundaðum harðskapi, um hesi viðurskifti ikki eru væl upplýst og væl skipað. Lógarfest rættindi til kynslív eiga at verða grundað á tørv og ikki sjúkugreiningar.

 

Norden rundt

 

Fastur táttur í norðurlendska samstarvinum um brekrættindi er ”Norden rundt”, har øll luttakandi lond greiða frá hvat rørir seg í heimlandinum. Evnini, sum vórðu umrødd vóru øll bæði áhugaverd og viðkomandi, og hesi vóru:

 

Granskingargrundað vælferðartilboð til ung í Føroyum

 

Ninna legði fram um ”Headspace”, sum er eitt nýtt og spennandi fyribyrgjandi og granskingargrundað vælferðartilboð til øll ung í landinum. Headspace er enn ikki komið til Føroya, hóast hagtøl og kanningar vísa, at sálarheilsan hjá føroyskum ungum eisini kunnu verða skerd, eins og í grannalondunum.

 

Rúmligur arbeiðsmarknaður í Íslandi

 

Eiður Welding, íslendsk ungdómsumboð, greiddi m.a. frá at íslendskir myndugleikar og feløg samstarva um eina langtíðarætlan fyri rúmligan arbeiðsmarknað. Fyri ikki at uppfinna hin djúpa tallerkin av nýggjum verður menningarætlanini fyri inklusjón hjá ST  (United Nations Disability Inclusion Strategy, UNDIS)[1] tillagað til íslendsk viðurskifti.

 

Erasmus+ og talgild atkoma í Álandi

 

Karl Wahlman, Funktionsret Åland, og Moa Clemes, rættindaráðgevi, greiddu frá rættarstøðuni hjá tilflytarum, ið bera brek, ið koma til Álands. Arbeitt verður eisini við talgildari atkomu, sum evropeiska samstarvið Erasmus+ er við til at fíggja.

 

Danmark

 

– Sólblómubandið sum miðil fyri ósjónlig brek.

 

Finland

 

– Vit vilja styrkja finskar minnilutabólkar, sum hava skerdan førleika, ella eru tví- ella trífaldaður minniluti.

 

Grønland

 

– Avbjóðingar við formligum krøvum fyri luttøku og limaskap í felagsskapum, nýggjur ráðharri fyri brekrættindi, langtíðar ætlan fyri brekøkið og tørvur á at menna vitan um brek hjá kommununum.

 

Norra

 

– Langtíðarætlanin hjá Norra fyri javnrættindi til fólk við skerdum førleika verður endurskoðað

 

Svørríki

 

– ST brekrættindasáttmálin, ST tilmælini til Svørríki og innliman (innkorporering) av altjóða brekrættindasáttmálanum í lóggávu.

 

Ymiskar framløgur

 

Aðrar góðar framløgur og kjak vóru, m.a. við Leif Olsen úr VIVE, sum legði fram um evnið ”Førleikamenning í Danmark”, Emmanuel Galaup úr svenska myndugleikanum fyru løttøku (Myndigheten för delaktighet), sum legði fram um evnið ”Heiðurs-grundaður harðskapur móti fólki, ið bera brek”, og so var ein mini-seminarur hildin um evnið ”Heilsa og rættindi til kyn og heilsu”.

 

Øktar útreiðslur hóast sparingar innan vælferðarøkið

 

Serliga viðkomandi var framløga hjá Leif Olsen úr VIVE, sum er granskingar- og greiningardepilin innan vælferðarøkið hjá Danmark. Hann vísti á, at hóast hagtøl og kanningar vísa at sparingar eru framdar í donskum vælferðartænastum, so eru samlaðu útreiðslurnar hóast alt øktar. Hetta kann í fyrstu atløgu tykjast sum ein andsøgn, men orsøkin er helst tann, at tørvur og tænastur eru aloftast samansett, og tí vera útreiðslur øktar í øðrum skipanum, enn júst teimum, har sparingar verða framdar. Týðandi fyrimunir eru tískil við at greinað og samskipað sparingarátøk, áðrenn tey verða framd. Feløg, ið umboða fólk við breki, kunnu hava týðandi vitan í hesum høpi, og hava vit í Føroyum helst nakað av læra av í júst hesum, nú nógv verður prátað um eitt nú langtíðar búskaparligt haldføri.

 

www.un.org/en/content/disabilitystrategy/