Tá Gerhard Lognberg hevði bókaframløgu samstundis, sum hann helt sín 75 ára føðingardag í Samljóði í Skopun herfyri, møttu nógv fólk, og fleiri nýttu høvi at bera fram eina heilsan til mannin, sum helst hvørt mansbarn í Føroyum hevur hoyrt nevndan.
Á baksíðuni í nýggju bókini "Stríðið er vunnið", verður sagt, at henda fyrsta bókin hjá fyrrverandi borgarstjóranum og løgtingsmanninum viðger barna-, ungdóms-og manndómsárini hjá høvundanum.
Her verður greitt frá ymiskum, eitt nú Skopunar Útróðrarfelag, og hann greiðir eisini frá, tá Føroya Fiskavirking skuldi niðurleggja Sólarris, sum tá var navnið á flakavirkinum í Skopun.
Í bókini sigur Gerhard Lognberg, at hendan kampin vunnu skopuningar.
Hann greiðir eisini frá, tá hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum á ein "... heldur lúnskan hátt", sum høvundurin málber seg.
Sjálvur heldur Gerhard Lognberg, at nógv er komið burturúr í kommunalpolitikki - og árini, hann var í landspolitikki. Hann ásannar, at einsamallur fært tú einki av skafti.
- Men saman við góðum fólki ber alt til, ásannar hin nú 75 ára gamli, sum hevur skrivað sínar fyrstu endurminningar - ein forvitnislig bók, sum mong ivaleyst vilja ogna sær.
##med2##
Gerhard Lognberg er uppvaksin í Skopun, og hann er føddur hin 1. november í 1950. Hann er giftur Arnu Lognberg, fødd Thomsen. Tey eiga tríggjar synir og fleiri abba-og ommubørn og nógv langabba-og langommubørn.
- Tann politiska lívsleiðin er slítandi fyri ein sjálvan og fyri tey nærmastu. Hóast tað, so hevur Gerhard Lognberg megnað at stýrt millum skerini, verður sagt í bókini, "Stríðið er vunnið".











