Í løtuni eru seks frystilínuskip undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.
- Trý frystilínuskip liggja við bryggju, men tey fara helst avstað í næstum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipið, sum eisini plagar at vera til fiskiskap, í løtuni liggur við bryggju, men loysir helst um vikuskiftið.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur í vikuni, sum kemur, og veðrið verður helst hampiligt.
- So, vit vænta, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.










