Seinastu nógvu mánaðirnar hevur kjakið um bústaðarbygging í Føroyum snúð seg um, at tað er sera dýrt at byggja bústaðir, og av somu orsøk verða ov fáir bústaðir bygdir, og stóri eftirspurningurin verður tí ikki nøktaður, skrivar Suðurrás.
Men í Vági byggir fyritøkan Norcon 4 íbúðir, sum eru 100 fermetrar til støddar og íbúðirnar verða seldar fyri 1,85 mió. kr. (v/ MVG). Ein sølukostnaðurin, sum er 18.500 kr. fermeturin, og er hetta ein søluprísur, sum er væl lægri enn byggikostnaðin (ikki søluprísin!) av bústøðum í miðstaðarøkinum, sum hava verið frammi í almenna rúminum.
7.100 kr. um mánaðin fyri íbúð á 100 fermetrar
Verður roknað við, at 10%, tvs. 185.000 kr. er eginpeningur, og restin, 1,65 mió. kr. verða lánifíggjaðar yvir 25 ár við 4,5% í rentu, so verður lánsgjaldið (ella húsaleigan) umleið 7.100 kr. um mánaðin fyri íbúðina, sum er 100 fermetrar til støddar.
Afturat hesum kemur so el og hiti, sum er mett til at verða 800-1.000 kr. um mánaðin í íbúðunum á Bøgøtu í Vági.
Tað eru teir báðir, Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunsson, sum standa á odda fyri byggifyritøkuni Norcon. Ein fyritøka, sum bæði byggir bústaðir og eisini ger nógv beton-arbeiðið kring landið.
Okur hava m.a. gjørt fleiri íbúðir fyri Bústaðir, bæði í Hvannasundi og á Strondum, og eisini her í Vági. Okur hava eisini bygt næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum í Vági. Umframt hesar fýra íbúðirnar í Vági, so gera okur í løtuni m.a. komblingsstøð fyri SEV á Sandi og portalarnir í Dalstunlinum. Okur hava eisini gjørt portalarnir í Fámjinstunlinum og nógv beton-arbeiðið í bæði Sandoyartunlinum og Eysturoyartunlinum, greiða teir báðir frá.
Okur keyptu fyri tíð síðani grundstykkið her mitt í Vági við tí fyri eyga at byggja íbúðir. Eins og aðrastaðni kring landið, so eru tað avbjóðingar við at finna góðan bústað til ein rímiligan penga í Vági, og tí vildu okur verða partur av at loysa ein lokalan trupulleika, greiða Hjalmar og Rúni frá.
Tað er stórur eftirspurningur eftir bústøðum kring landið, og alt kann ikki bara verða business, har fyritøkur hava óvanliga stóran vinning av at byggja bústaðir. Okur hava lagt okkum eftir at byggja so bíliga sum tilber, tí tað skal jú eisini bera til hjá fólkið at búgva her, siga teir báðir við Suðurrás.
Øll greinin við fleiri myndum kann lesast her: Í Vági ber til at byggja bíligar íbúðir – Suðuroyarportalurin
##med2##











