Upptakt
Tað lætti nakað um trýstið hjá EB/Streymi, tá teir seinasta vikuskifti vunnu ein harðliga tiltrongdan sigur í Sarpugerði. At sigurin so kanska ikki var heilt so uppiborin, sum tølin kundu bent á, hevur helst minni at siga í so máta, og fáast trý stig til høldar sunnudagin, eru teir á felagsliðnum helst eisini líkaglaðir um, hvussu hesi eru komin.
Hesaferð er tað ÍF, sum kemur á vitjan, og júst ÍF er liðið, sum EB/Streymur dystast við, í royndunum at sleppa heilt burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Fleiri broytingar
Við einum sigri sunnudagin kann fjarstøðan her gerast fimm stig, og tað er einki at ivast í, at tað er hesum, sum miðað verður eftir.
Eins og seinasta vikuskifti, so noyðist Piotr Krakowski at smyrja seg við, at hann ikki fær valt millum allar leikararnar til dystin. Nico Dogaru er framvegis á skaðalistanum. Marni Djurhuus fekk skaða í dystinum í Gøtu, har Johan á Stongum eisini fekk reyða kortið, so teimum báðum kann heldur ikki roknast við. Eisini tykist tað ivasamt, hvørt Jákup Martin Joensen er tøkur at spæla. Hann hevur drigist við skaða seinasta mánaðin, men hann hevur tó treiskast hvørja ferð, og so er spurningurin, um tað eisini verður støðan sunnudagin.
Hjá ÍF stóð heilt illa til við fólki seinasta vikuskifti, men hesaferð tykist støðan nakað bjartari í so máta.
Magni og Bárður á Lakjuni vóru ikki við í Vági, men teir eru báðir tøkir hesaferð. Tað sama er Fritleif í Lambanum, eftir at hann hevði leikbann til tann dystin.
Og so er spurningurin, hvørt Sigfriður Clementsen megnar at blanda kortini somikið væl, at tað røkkur til sigur á EB/Streymi. Í øllum førum hevur ÍF illa ráð at tapa dystin, soleiðis sum talvan sær út.