Botnuppgerð verður í Gundadali

Toppliðið TB fær vitjan av AB, og í Gundadali verður botnuppgerð millum HB og KÍ

Fimtanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Suverena toppliðið TB fær vitjan av teimum næstbestu hjá AB. Tá ið TB var á Argjum fyrr í ár, var úrslitið 1-0 til TB, sum skoraði einsamalla málið, tá ið ein tími var farin.

FC Suðuroy, sum er næstfremst, er á veg til Runavíkar. Tá ið liðini fyrr í ár hittust á Vágseiði, vann FC Suðuroy 1-0.

Triðja liðið, sum kann flyta upp, er 07Vestur. Í dag fáa vágamenn vitjan av EB/Streymi. Tá ið hesi liðini hittust við Margáir, vann 07Vestur 2-0.

Tveir dystir vera í Gundadali. Tann fyrri er millum B36, ið framvegis er á heiðursmerkjaplássi, og Víking. B36 vann 3. mai 1-0 í Leirvík.

Seinni dysturin er millum HB og KÍ. Serliga fyri HB, sum er illa spert á aftasta plássi, er talan um lyklauppgerð. Hesi bæði liðini eru á niðurflytingarplássunum. 3. mai var úrslitið teirra millum í Klaksvík málleysur javnleikur. Mikukvøldið vann KÍ 4-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Mikukvøldið legði HB rygg til 7-1 tap í Runavík.   

 

NSÍ-FC Suðuroy: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

07Vestur-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

B36-Víkingur: Ransin N. Djurhuus kl. 13.45

HB-KÍ: Vinjard Dam kl. 16.15

TB-AB:  Páll Augustinussen kl. 15.00

 

Støðan

TB 43

FC Suðuroy 24

B36 24

NSÍ 22

07Vestur 22

AB 21

Víkingur 19

EB/Streymur 11

KÍ 10

HB 5

TB og EB/Streymur hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir