Botnurin er náddur

Tað var ringur hýrur í HB leguni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

FM vónirnar eru ógvuliga kámar. HB hevur bara vunnið fimm av ellivu dystum.

Fróði Benjaminsen var leikbannaður, og Jákup á Borg gav avboð, tí hann var sjúkur. Síðstu løtuna fingu unglingaspælararnir Ingvard Vang og Jóan Petur Holm møguleikan. Vónin var, at royndu menninir sum eitt nú Christian Høgni Jacobsen, Andrew av Fløtum og Páll M. Joensen skuldu standa fyri málunum. Tað megnaðu teir ikki.

- Vit eru á knøunum við reyvini í vatnskorpuni. Hetta var ein lemjandi ósigur, og mátin at tapa uppá gjørdi tað enn meiri hugstoytt, er staðfestingin á almennu heimasíðuni hjá HB, har tað verður staðfesti, at botnurin er náddur, og at tað nú mugu bollar í suppuna.