Um góðar tvær vikur kemur fløgan hjá Boys in a Band, »Black Diamond Train«, út, og í hesum sambandi fara teir á eina stóra konsertferð her á klettunum, sum byrjar i Havn 18. juli. Talan er um 24 konsertir uppá 24 tímar, á 24 ymiskum støðum. Flestu konsertirnar vera stuttar og akustiskar, men boysarnir lova stuttleika og festligheit til hvørja einastu av teimum.
Ferðin verður tikin upp av føroyskum filmfólkum við einum enskum filmstjóra á odda. Ætlanin er nevniliga at gera ein dokumentar burturúr hesum og seinni at geva tað út á DVD.
- Vit hava fingið ein ógvuliga góðan filmstjóra at gera dokumentarin, men vit hava ongan peningaligan stuðul fingið enn og vita tí ikki, um vit kunnu seta hann til hetta, greiðir umboðsmaðurin hjá Boys in a Band, Gís, frá.
- Øll, sum vit tosa við, elska hetta hugskotið, men tað hevur alíkavæl verið torført at fingi stuðul til tað. Um alt fer at ganga eftir ætlan, verður filmstjórin ein, sum hevur arbeitt við fleiri dokumentarum í Onglandi. Til hendan dokumentarin fer hann saman við føroyskum filmfólkum at arbeiða við at gera ein stuttligan og áhugaverdan dokumentar, sum vísir fólk í sínum egna umhvørvi í Føroyum.
Men hví fara á eina konsertferð í Føroyum?
- Tað eru nakrar orsøkir til hesa konsertferðina. Fyrst og fremst tí at hetta er debut útgávan hjá Boys in a Band, og teir vilja siga takk til øll fyri stuðulin. Teir ynskja eisini at vísa heiminum, hvat Føroyar hava at bjóða. Fólk spyrja nevniliga altíð um Føroyar, har teir fara, og vit hugsaðu tí, at man burdi gjørt upptøkur av landinum og fólkinum og givið tað út, sigur Gís.
- Vit vilja ikki gera nakran typiskan, álvarsaman dokumentar; tað lata vit onnur um. Vit fara heldur á ein nátúrligan hátt at inkludera vakra landslagið í landinum, men vit vilja eisini fáa fólkini við uppá ein nátúrligan og persónligan hátt í egnum umstøðum; eitt nú úti í havanum, í bakgarðinum osfr. Um vit fáa úrslitið at innihalda hesi tingini, blíva vit væl nøgdir. Um allir so eisini kunnu hava tað stuttligt ígjøgnum hesa 24 tíma ferðina, meta vita, at vit hava klárað at gjørt nakað ógvuliga týdningarmikið, og vónandi fer dokumentarurin at kunna reflektera tað.
- Konsertferðin byrjar í Havn tann 18. juli kl 19.00 og endar tann 19. juli kl 19.00 í Gøtu á G! Mini. Tá hava teir spælt í/á Argjum, Hoyvík, Tvøroyri, Hvalba, Vági, Sandi, Skopun, Sørvági, Miðvági, Sandavági, Vestmanna, Kollafjørði, Eiði, Skála, Strondum, Glyvrum, Saltangará, Runavík, Toftum, Fuglafjørði, Klaksvík og Leirvík.
Hví gera tað so ógvusligt og fara á so nógv støð? Er tað neyðugt?
- Dreingirnir ynsktu at gera nakað annað enn bara at spæla eina vanliga útgávukonsert. Navnið á fløguni er »Black Diamond Train«, og vit hildu tað rigga væl at fara á eina tónlistarliga tokferð kring Føroyar; fyri at møta fólki og vita, um teimum dámar tónleikin. Landið er jú ikki so stórt alíkavæl, sigur Gís í speisemi.
- Teir skulu í grundini bara spæla tríggjar ferðir á palli. Restin verður akustisk, har teir bara møta upp og spæla nøkur løg og eru farnir víðari aftur, áðrenn tú veist av tí.
- Vit avgjørdu at gera nakrar avmarkingar til konsertferðina, so tað var upplagt at gera tað til 24 framførslur uppá 24 tímar í 24 ymiskum støðum. Um hetta ikki riggar, tí at teir sovna, ella tí at tíðin rennur út, áðrenn teir eru komnir allan vegin runt, skulu teir endurtaka hetta, tá teir geva næstu fløguna út, sigur Gís.
Fløgan; framleiðsla og forsøla
»Black Diamond Train« verður útgivin í Føroyum 19. juli og í Íslandi í august mánaða ígjøgnum teirra egna útgávufelag, BIAB. Bólkurin er við umboðsmanni sínum í samráðingum við eitt útgávufelag um eina heimsumfatandi avtalu, men kunnu ikki avdúka navnið á tí enn.
Fløgan er framleidd og miksað av Jolyon og Ken Thomas (Sigur Ros, Depeche Mode, Sugarcubes, Dave Gahan, M83, osfr) og varð upptikin í januar í einum sethúsa upptøkuhølið í Surry, Onglandi. Mastering fór fram í 360 Mastering Studio í London. Sniðgevingin av húsanum er gjørd av Niels Paula Lamhauge, sum lesur grafiska sniðgeving í London og er beiggi Rógva, trummuleikaran hjá BIAB.
Fløgan verður seld í handlunum frá 19. juli, men fæst tó longu í forsølu á boysinaband.com. Fyri 150 kr. pluss 15 kr. í postgjaldi fært tú eina signeraða fløgu og eina plakat av dreingjunum senda heim til tín í einum pakka.
Hoyr fýra løg av nýggju fløguni – »Black Diamond Train«, »Secrets to Conceal«, »Beyond Communication« og »Before the Flood« – á myspace.com/boysinaband.