BP ger enn eina roynd at tetta oljulekan

Innan fyri trý samdøgur fer oljufelagið BP at gera enn eina roynd at tetta oljulekan á botni í Meksikoflógvanum við at lora eitt tungt lok oman yvir holið. Tað sigur BP-stjórin, Tony Hayward.

BP hevur fyrr roynt at seta eitt 100 tons tungt lok niður yvir lekan, men tað miseydnaðist. Næstu ferð fer felagið at brúka eitt minni lok.

Oljupallurin Deepwater Horizon sakk eftir eina spreinging tann 22. apríl, og í løtuni renna næstan 800.000 litrar av olju út í havið um samdøgrið.