BP nýggja risaíløgu við markið

Um sama mundið, sum óvissa enn ræður um møguleikarnar at gera nýggj oljufund á Atlantmótinum, fer bretska oljufelagið BP nú undir eina nýggja útbyggingarætlan av øðrum av teimum báðum stóru oljufeltunum skamt frá føroyska markinum.

Oljuframleiðslan á Atlantsmóti

Talan er um at gera eina íløgu uppá góðar 2 milliardir kr. í oljufeltið Schiehallion. Hetta verður so tann fjórða útbyggingin av feltinum síðani tað varð funnið í 1993 og fór undir framleiðslu í 98. Talan er um at bora fleiri nýggjar brunnar og knýta hesar við hátøkniútbúnaði á havbotninum til framleiðsluskipið á Schiehallion feltinum. Útbyggingin krevur so eisini ymsar ábøtur á skipið og útbúnaðin har. BP hevur søkt um loyvi til útbyggingini hjá DTI og bíðar nú eftir svari. Verður tað nøktandi er ætlanin at fara undir útbyggingina á vári næsta ár. Fyrsta oljan frá hesum nýggja partinum av Schiehallionfeltinum er væntandi í oktober næsta ár.

Mett verður at oljufeltið goymir nærum hálva milliard tunnur av olju og telist tað millum tey bestu feltini hjá BP á landgrunninum. Eitt skifti var framleiðslan frá feltinum 115.000 tunnur um dagin. BP og Shell eiga hvør síni 33,35% av feltinum, Amerada Hess eigur 15,669%, Murphy, OMV og Statoil hvør síni 5,877%.

Fyri Føroyar hevur tað eisini týdning, at BP heldur fram við at gera íløgur í síni oljufelt skamt frá markinum. Tað er við at virðisøkja økið og byggja upp ein infrastruktur, sum møgulig føroysk oljufelt í framtíðini eisini kunnu fáa brúk fyri og lut í. Annars verður eisini í løtuni arbeitt við at byggja út hitt stóra oljufeltið í økinum, Clair.