Brúarfoss á Havnina at pumpa sjógv


 

Leygardagin kom íslendska farmaskipið Brúarfoss á Havnina. Orsøkin var, at skipið hevði fingið ein stóran sjógv. Nógvur sjógvur var komin í skipið, og tað var neyðugt at pumpa hann úraftur.

Brúarfoss var á veg úr Vestmannaoyggjunum til Immingham í Onglandi. Skipið leggur vanliga ikki at í Føroyum, men leygardagin var tað neyðugt.

Stutt eftir at skipiði hevði lagt frá landi, fekk tað ein øgiligan sjógv, sum hevði við sær, at skipiði fyltist við sjógvi. Rættiligt ódnarveður var har um leiðir um vikuskiftið. Skipið sjálvt fekk tó ongan skaða.

Tað vóru menn frá sløkkiliðnum og skipasmiðjuni í Havn, sum pumpaðu sjógvin úr skipinum. Ravmagnskervið hevði eisini fingið skaða av sjógvinum, og tí komu menn frá Leif Mohr at umvæla ravmagnið.

Brúarfoss kom á Havnina klokkan hálvgum tíggju um morgunin og fór avstaðaftur tólv tímar seinni.