Selatrað
Hin 7. juni giftust Leif Klein úr Vestmanna og Anna Dalsgaard, ættað av Argjum, í kirkjuni í Vestmanna. Eftir giftarmálið høvdu tey ”vælkomst”, sum tað verður rópt, í ítróttarhøllini í Vestmanna, har í minsta lagi 300 fólk heilsaðu brúðarparinum.
- Vit høvdu ætlað okkum brúdleypsferð til Íslands og høvdu bílagt okkum ferðaseðlar hagar, men tá tíðin nærkaðist, gjørdu vit av heldur at fara við kampingvogni til Selatraðar. Vit hava átt kampingvogn í fleiri ár og hava ferðast nógv við honum, bæði í Føroyum og uttanlands. Børnini eru fýra, og trý av teimum vóru við okkum á Selatrað seinasta vikuskiftið.
Tað sigur brúðurin, Anna, sum saman við manni og børnum býr í Vestmanna.
- Vit hava einaferð verið á Selatrað við kampingvogni áður. Her er sera gott at ferðast. Náttúran er avbera vøkur, her er hugni og friður, og børnini brúka nógva tíð í fjøruni. Vit vaksnu ganga túrar í bygdini, fram við ánni og í umhvørvinum nærindis bygdini.
Anna letur sera væl at umstøðunum til kamping á Selatrað, og seinasta vikuskiftið vóru einir 6-7 vognar við ferðafólki á økinum við bryggjuna í bygdini.
- Tað er smalt at koyra til Selatraðar, men tá tú kemur til bygdar, er gott pláss og sera góðar umstøður.
- Tú fært el og vatn, og har eru wc’ir og brúsur. Sjálvt um wc er í kampingvogninum, er tað sera hent at kunna fáa hesar hentleikar á økinum. Tú sleppur eisini av við spillivatn, og hetta er ikki tað vanliga á einum kampingplássi í Føroyum. Soleiðis er kampingøkið á Selatrað eitt hitt best útgjørda økið í landinum, sum vit hava vitjað, leggur hon aftrat.
Meðan Leif, Anna og børnini vóru á Selatrað, komu eisini fólk í stuttleikabátum til bygdar, og millum hesi vóru Jónberg á Mýruni, sum í nógv ár var skipari á Vesturvón og Mortan Johannesen, eisini róptur saltkongurin.
- Maður mín var fleiri túrar niðri á bryggjuni og prátaði við bátsfólkið, sigur Anna.
Hon vísir á, at tey upplivdu eina heldur sjáldsama sjón, meðan tey vóru á Selatrað.
- Tann eina dagin kom tyrla og setti seg beint í bøin omanfyri okkum. Tá komu teir at fáa sær kaffi frá onkrum av bátaeigarunum, sigur hon brosandi.
Anna Dalsgaard og maðurin, Leif Klein, kunnu saman við børnum sínum í allar mátar viðmæla øðrum at vitja á Selatrað.