Brúgvar av svongum orðum

Jóanes Nielsen innstillaður til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Yrkingasavnið "Brúgvar av svongum orðum", sum er sjeynda yrkingasavnið eftir Jóanes Nielsen, varð herfyri innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2004.
Heitið á yrkingasavninum sigur frá dreyminum, sum er at skapa samband millum hugans lív og tað livandi lívið. Í yrkingunum syndrast evnislig og tíðarlig mørk. Í fremstu yrkingini í savninum "Onkran morgun" blandast skaldsligi substansurin við hendingar í tíðini og í náttúruni, og skaldið droymir yrkingina sum eina ótarnaða ferð ígjøgnum tíð og rúmd. Knórin í yrkingini er viðurkenningin av, at lívið ber meiningina í sær sjálvum, og tað verður lýst sterkt, sevjumikið og pulserandi. Tíðin parkerar sína kerru her og har á leiðini, og tá

Sólin loysir angan úr villum rósum
Havið gyrðir dagin við skúmandi tonnum

er lívið akkurát, sum tað skal vera. Yrkingin "Náttarljóð" hevur sama flótandi dámin. Har kann ljósið vigast á fínum vektum, luftin smakkar av munninum hjá grannakonuni og av starasanginum í trænum, og tú hoyrir glæmuna í náttlampuni. Tað deyða er til í tí livandi, tíðin er bert ein og hin sama, tá tað verður sagt, at tey deyðu vera smuglaði inn gjøgnum smáar rivur í lívfrøðini. Yrkingasavn-ið hevur her dám av tí, at yrkjarin er hugfangaður av holdsliga deyðanum og av ævinleikanum. Hann finnur samljóð og frið í tí at vera partur av eini ringrás, sum er ein ævinleiki. Ikki ein evangeliskur slíkur, men kanska ikki minni guddómligur fyri tað.
Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen hava dupult lyndi, øðrumegin er ein ógvusligheit og ein trongd til at knúsa allan órætt, hinumegin lýsir eymleiki og inniligleiki út úr yrkingunum. Tað eyðkennir hansara poetiska mál, at tað er trivaligt, litríkt og ofta harðmælt, samstundis sum tað er sjáldsama beinrakið. Í yrkingini "Mítt pass er mín andadráttur", hevur hann eina song og upp í lógvan av vakurleika við sær, tá hann kemur at loysa Jesus niður av krossinum, so hann endiliga kann sleppa at hvíla seg. Pass hansara til Guds er menniskjaligheitin, kærleikin og vakurleikin.
Menniskjaligheitin ber av øllum við sínum mongu formum og útlátum, og tað fullkomna er bert til í viðurkenningini av tí ófullkomna sum fyritreyt fyri tí. Einki er so lukkuligt sum ein ófyrireikað veitsla, og tað er betri at hoyra til teirra, ið støðugt leita eftir svarum enn at vera millum teirra, sum halda seg hava funnið svarini og goyma tey aftanfyri skottrygt glas.
Jóanes Nielsen uppfyllir við hesum yrkingasavninum djúpasta og týdningarmesta endamálið sum yrkingar hava, tá ið hann við møtinum millum subjektivt og surrealistiskt skaldsligt mál og veruleikan vekir ella endurvekir ta sterku lívskensluna.
Yrkingasøvn eftir Jóanes Nielsen verða eisini týdd til onnur mál og júst fyri fáum døgum síðani kom næstseinasta savn hansara "Pentur" út á nýnorskum, har tað eitur "Sting". Tað er Lars Moa, sum hevur týtt og bókin er útgivin á forlagnum Orkana. Sami týðarin hevur eisini longu týtt "Brúgvar av svongum orðum", sum á nýnorskum eitur "Bruer av svoltne ord", og tað savnið kemur ætlandi út á Det Norske Samlaget í næstum.