Vegna Posta: Sofus Clementsen, stjóri
------
Í fjølmiðlunum seinasta fríggjadag vóru tvey lesarabrøv um broytingarnar í postúberingini. Sum stjóri á Posta vil eg fegin takka Binu Mørk og Jákupi Danielsen fyri lesarabrøvini. Á Posta eru vit í støðugari tilgongd at menna okkum og betra okkara tænastustøði. Í hesum sambandi eru afturmeldingar frá viðskiftafólki alneyðugar.
Eg vil niðanfyri royna at lýsa nøkur av teimum evnum, ið Bina og Jákup nema við í sínum lesarabrøvum.
Svøríki er fyrimyndin hjá Posta
Í tilgongdini at marknaðartillaga postvirksemið í Føroyum hava vit vitjað allar grannar okkara innan postala økið og hugt eftir teirra tænastuútboði og -støði umframt teirra framtíðarætlanum.
Felags fyri allar postfyritøkur er, at brævanøgdin minkar, samstundis sum pakkaflutningurin økist. Flutningsmynstrið og harvið kundatørvurin sum heild er broyttur nógv innan postala økið seinastu 2 til 3 árini. Í dag vil kundin hava liðugt avgreidda hurð til hurð flutningstænastu heldur enn postpakkar, ið skulu heintast og tollavgreiðast á posthúsi. Postfyritøkurnar eru tí noyddar at tillaga sítt kervi til broytta kundatørvin, og er tillagingin í gongd, ikki bara í Føroyum, men eisini í grannalondum okkara.
Ymiskt er, hvussu postfyritøkurnar hava valt at laga seg til broyttu umstøðurnar. Í marknaðartillagingini av føroyska postvirkseminum hava vit á Posta hugt mest eftir Svøríki, ið er ta grannalandið, ið er komið longst í hesi tilgongd.
Grundað á tær royndir onnur hava gjørt, grundað á okkara egnu royndir og grundað á framtíðar flutningstørvin, so sum vit á Posta síggja hann fyri okkum, fóru vit við ársbyrjan 2008 undir at menna tænastuútboð og flutningskerv okkara, so tað í størri mun kann nýtast til at svara tørv kundans.
Nýggj tænastuskrá og lættari atgongd til tænasturnar
Tænastuútboðið hjá Posta var ov torskilt, og tí hava vit arbeitt við at gera okkara tænastuskrá einfaldari og meira sjónliga fyri kundan, so kundin hevur lættari við at skilja hvørjar tænastur, Posta veitir. Atgongdin til tænasturnar var eisini ov trupul, og tí settu vit okkum fyri at menna eina skipan, ið er tøk tað mesta av samdøgrinum, samstundis sum skipanin skal kennast ómakaleys fyri kundan at nýta.
Mobila posthústænastan er liður í at gera okkara tænastur ómakaleysar at nýta, í og við at bæði vinnukundin og privatkundin kunnu fáa liðugt avgreiddar flutningstænastur heim til dyrnar.
Í tilgongdini at marknaðartillaga samlaða flutningskervið hjá Posta hava vit sett okkum fyri at menna eina skipan, sum røkkur vinnukundan í arbeiðstíð og privatkundan uttan fyri arbeiðstíð, tá flestu privatkundar eru við hús. Harvið er ikki sagt, at privatkundin ikki kann avgreiðast í arbeiðstíð, og at vinnukundin ikki kann avgreiðast uttan fyri arbeiðstíð. Vit eru virkin hvønn yrkadag frá kl. 8:00 til kl. 21:00 fyri allar kundar okkara.
Við teimum tillagingum, vit higartil hava sett í verk, eru vit í dag før fyri at veita munandi fleiri flutningstænastur enn fyrr, og vit hoyra regluliga frá vinnukundum, at nýggja skipanin kennist meira nýtilig og ómakaleys enn gamla skipanin. Innan postvirksemi standa vinnukundar fyri umleið 85% av samlaða inntøkugrundarlagnum.
Vinnukundar, sum vit áður ikki høvdu samskifti við, venda sær í dag til okkara við flutningstørvi, sum vit áður ikki megnaðu at nøkta, men sum vit í dag við nýggju flutningsskipanini eru før fyri at nøkta.
Posta hevur valt aðra leið enn Post Danmark
Innan brævasamskifti hava vit á Posta valt eina aðra leið enn Post Danmark, ið júst hevur hækkað portoprísin til 8 kr. Í staðin fyri at bera brøv út til postkassar 5 ferðir um vikuna, ið brúkarin tømir til dømis 2 ferðir um vikuna, hava vit á Posta hildið fast í verandi prísum frá 2008 og heldur minkað um títtleikan fyri brævaútbering til postkassar. Samstundis hava við víðkað møguleikarnar hjá teimum kundum, ið hava tørv á at fáa postin skjótt.
Næstan allir vinnukundar nýta postsmogu, og talið av privatum postsmogukundum økist eisini. Í nýggju skipanini er innbygt, at allir postsmogukundar fáa post innan kl. 10 hvønn yrkadag – tvs. 5 dagar um vikuna. Postur til postsmogukundar liggur í postsmoguni minni enn eitt samdøgur eftir, at Posta hevur móttikið postin. Afturat postsmoguhaldi bjóða vit vinnuni at levera og heinta brøv, pakkar og aðrar sendingar á bústaði teirra bæði hvønn fyrrapart og hvønn seinnapart, um tað er tørvurin.
Harafturat hava vit hildið fast í verandi prísum fyri aðrar flutningstænastur, og í nøkrum førum sett prísirnar niður, fyri á tann hátt at gera tænasturnar enn meira áhugaverdar fyri kundan. Til dømis hava vit lækkað prísirnar fyri ávíkavist farmaflutning, vanligar vinnupakkar og prioriteraðar vinnupakkar til Føroya. Tað hava vit gjørt, tí vit meta, at príslegan innan serliga vinnupakkaøkið er ov høg í Føroyum. Og sum tað seinasta bjóða vit vinnukundum okkara ókeypis frankeringstænastu.
Vit viðurkenna samstundis, at tað tekur tíð, til kundin hevur vant seg við nýggjar tænastuhættir frá Posta, og enn eru vit ikki komin heilt á mál við teimum tillagingum, vit hava sett okkum fyri at seta í verk. Hetta eru neyðugar broytingar fyri at tryggja, at Posta fær burðardyggan og viðkomandi rakstur.
Eftir er at gera tollviðgerðina kundavinarliga
Ein avbjóðing, sum stendur fyri framman, er nútíðargerð av tollviðgerðini. Avbjóðingin hjá Posta í sambandi við tollviðgerð er, at tað er TAKS, ið tilskilar, hvussu mannagongdirnar skulu vera, og at Posta tí bert kann laga seg til hesar umstøður. Verandi mannagongdir innan tollviðgerð eru sera tungar hjá Posta at umsita, og skundgjaldið á tær 150 kr., sum Bina vísir til, er ein beinleiðis avleiðing av umsitingartungum mannagongdum.
Síðan 2007 havi eg fleiri ferðir vent mær til TAKS, fíggjarmálaráðið og vinnumálaráðið og gjørt vart við, hvussu stórur ampin er av verandi tollviðgerð fyri brúkaran, flutningsveitaran og landskassan.
Í sama høpi hevur Posta bjóðað seg fram til at gjalda tær íløgur og fremja ta arbeiðið, ið skal til at gera tollviðgerðina tíðarhóskandi. Loksins sær út til at gongd er komin á. Soleiðis lat TAKS tann 1. juni í ár aftur sína tollavgreiðslu á Posta, og hevur Posta nú tikið yvir kundasamskiftið í sambandi við postinnflutning. Við hesum er ein tilgongd at gera tollviðgerðina tíðarhóskandi byrjað. Eitt aðalmál hjá Posta í hesum sambandi er at gera tollviðgerðina einfaldari, so tað ber til at beina burtur flestu av teimum avgreiðslugjøldum, ið eru tengd at verandi tollviðgerð.
Tann framtíðin, eg síggi fyri mær, er at brúkarin – t.e. vinnukundin og privatkundin - fær lætta atgongd til at fáa sendingar heintaðar og leveraðar við dyrnar, og at tollviðgerð ikki verður eitt mál, brúkarin skal nýta sína tíð uppá.
Brúkarin hevur krav upp á ómakaleysa og bíliga tollviðgerð, og tað vil eg virka fyri gerst veruleiki í nærmastu framtíð.