Russland og Kina brúktu aftur í dag sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti einum uppskoti um at herða revsitiltøkini ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi.
Hetta var triðju ferð teir seinastu níggju mánaðirnar, at sendimenninir hjá Russlandi og Kina forðaðu fyri, at trygdarráðið kundi samtykkja uppskot um Sýrialand. Ellivu lond tóku undir við uppskotinum um harðari tiltøk, Russland og Kina atkvøddu ímóti, og tvey lond greiddu ikki atkvøðu.
ES ætlar sær at herða síni revsitiltøk ímóti stýrinum í Sýrialandi. Eitt nú ætlar ES at leggja hald á alt, sum týðandi embætismenn og politikarar í Damaskus eiga í ES-londunum.