Gunnar Vatnhamar, ið hevur drigist við skaða farnu vikurnar var á beinkinum, men kom ikki á vøllin, tá liðfelagar hansara í Víkingi Reykjavík spældu seinna dystin í triðja undanumfarinum í Conference League móti Brøndby.
Víkingur vann 3-0 á heimavølli, og í 18. minutti í dystinum í kvøld fingu teir enn ein fyrimun. Clement Bischoff fekk reyða kortið, og so vóru Víkingur 11 móti 10 monnum, og samlað á odda 3-0.
Men Brøndby legði seg á odda beint undan steðginum. Í seinna hálvleik økti teir við trimum málum, og vunnu harvið ein samlaðan 4-3 sigur, hóast teir vóru 10 móti 11. Nú reypa donsku miðlarnir øðiligt um bragdið hjá Brøndby, og skriva nú, at fyrra úrslitið í Reykjavík nú er farið í gloymibókina.
Fyri Víking er talan um somu svíðandi uppliving NSÍ hevði móti HJK Helsinki. At hava eina stóra leiðslu við sær til returdystin, og so heldur leiðslan ikki, tá samanum kemur.
Brøndby møtir franska liðnum, Strassbourg í tveimum Play Off dystum um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League.
Komandi sunnukvøld klokkan 19 spælir Víkingur dyst á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti Akranesi.