Bróta upp um armar

Eftir vónbrotið í gjár, tá KÍ varð dømt at gjalda yvir hálva millión í endurgjaldi til Tony Paris, fer nevndin í KÍ nú undir bjargingararbeiðið við góðum treysti. Eftir at nevndin í KÍ í gjárkvøldið hevði fund og nú hevur nærlisið dómin, ið felagið fekk í sakarmálinum, sum fyrrverandi venjarin, Tony Paris, hevur ført móti felagnum, er bjartskygni aftur við at sníkja seg inn í Klaksvík.

- Tað stóra vónbrotið í gjár skal síggjast í ljósinum av, at vit væntaðu púra at verða fríkendir. Hinvegin ber eisini til at siga, at Tony Paris fekk minni enn helvtina av tí, hann upprunaliga kravdi, og tað kann so eisini sigast at vera ein sigu fyri KÍ, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Hann sigur, at nevndin nú fer at seta seg í samband við sítt bakland, eins og teir eisini fara at tosa við teir partar, ið vóru blandaðir upp í sakina í sínari tíð.

- KÍ er so nógv. Vit hava bæði yngri og eldri deildir og so skulu vit heldur ikki gloyma Stjørnuna, sum hevur gingið á odda í føroyskum kvinnuhondbólti í mong ár. Sama er galdandi fyri kvinnurnar í KÍ, sigur Tummas Lervig.

KÍ er ímyndin av Klaksvík, og tí er tað ikki ein møguleiki, at niðurleggja felagið fyri síðani at byrja av nýggjum í fimtu deild, soleiðis sum »worst case scenario« annars ljóðaði at vera.

- Vit fara nú í gong við einari bjargingarætlan, og tað skal henda í dag heldur enn í morgin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.