Braithwaite lyfti arvin eftir Messi

Champions League: Manchester United vann trygt, meðan Cristiano Ronaldo og Erling B. Håland vóru millum málskjúttarnar í kvøld

Fyrra hálva av fjórða umfarinum í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Millum stóru hendingarnar var at Martin Braithwaite skoraði fyri FC Barcelona. Av teimum minni óvæntaðu hendingunum var at Bruno Fernandes, Cristiano Ronaldo og Erling B. Håland skoraðu.

Bólkur E:

Chelsea og Sevilla hava longu vunnið seg víðari til endaspælið, eftir sigrar á ávikavist Rennes og FC Krasnodar. Tey fyrrnevndu hava tíggju stig í part, meðan tey seinnnevndu bara hava eitt stig. Chelsea vann 2-1 í yvirtíðini á Rennes í Fraklandi. Tað var landsmaður mótstøðuliðið hjá Chelsea, Oliver Girud, sum kom inn og avgjørdi.

Bólkur F:

Borussia Dortmund er oddalið við níggju stigum. Aftur í dag var Erling B. Håland, sum vann “Golden Boy” heiðurin í farnu viku, á máltalvuni. Dortmund vann 3-0 á Club Brugge. Lazio er aftur á veg móti tindunum. Við 3-1 sigri á Zenit er liðið á øðrum plássi við átta stigum. Zenit kann ikki koma víðari, men restin er ikki avgjørt.

Bólkur G:

FC Barcelona og Juventus eru víðari. FC Barcelona hevur fult stigatal, eftir at katalanska stórfelagið vann 4-0 á útivølli móti Dynamo Kiev. Lionel Messi var ikki við, men í hansara stað kom danski Martin Braithwait, sum skoraði tvey og legði upp til. Donsku viðmerkjarnir halda, at danski landsliðsspælarin nú fær sítt gjøgnumbrot, men tað er óvist um onnur eisini halda tað.

Juventus vann tepurt 2-1 Ferencvaros. Millum málskjúttarnar var Cristiano Ronaldo.

Bólkur H:

Manchester United hevur reist seg eftir tapið á útivølli móti Istanbul Basaksehir. Í dag vunnu teir greiðan 4-1 sigur á heimavølli. Bruno Fernandes skoraði tvær ferðir og kundi fingið hattrik, men lat Marcus Rashford umseta brotsspark til 3-0.

Paris Saint Germain vann 1-0 á RB Leipzig. Neymar skoraði avgerandi málið við brotssparki eftir 11 minuttir.

##med2##