Brandbilar við Vágshøll

Foreldur, ið komu eftir børnum, gjødust kløkk, men ongin vandi var tó á ferð.

Tá foreldur fyri løtu síðani komu eftir børnum, ið vóru til hondbóltsvenjing, sá heldur ógvusligt út, tí brandbilar stóðu kring høllina. Brandmenn gingu í túninum og kring bilarnar, og vatnslangurnar vóru í nýtslu.

 

Men vandi var tó ikki á ferð, tí talan var bert um eina venjing.

 

Venjing og viðlíkahald skal til, og sløkkiliðið roynir útgerðina, so hóast sløkkiliðið í løtuni er kring høllina í Vági,so er ongin vandi á ferð.