Brandmenn til Íslands

15 av teimum 19, sum manna Vestmanna sløkkilið, hava verið á skeiði í Íslandi

 

 

Talan var um bjargingar- og klippiskeið, har størsti denturin varð lagdur á, hvussu farast skal fram, tá talan er um bilar, har fólk ikki sleppa úr.

 

- Vit valdu at fara til Íslands, tí tað vísir seg ofta, at tað gevur munandi meira at fara uttanlands á skeið, sigur Johnny J. Joensen, brunaumsjónarmaður í Vestmanna.

 

- Sjálvandi verða skeið eisini hildin við Áir, men partvíst er skeiðsútboðið har avmarkað, og partvíst fæst ofta meira burtur úr einum skeiði uttanlands. Í hesum ítøkiliga førinum ber til dømis ikki til at taka klippiskið við Áir. Vit hava áður havt útlendskar skeiðshaldarar her heima, men í kostnaði er ikki tann stóri munurin, nú vit ístaðin fóru til Íslands, sigur Johnny.

 

- Hóast skeiðið sjálvandi er høvuðsendamálið, so er ein slík ferð eisini ein lítil gularót hjá brandmonnunum. Sjálvur haldi eg, at hetta er viðvirkandi til at halda fast í fólki, og vit hava í øllum førum merkt sera lítið fráfall millum brandmenn seinnu árini.

 

Vestmanna sløkkilið hevur bil við allari teirri útgerð, sum krevst, um fólk skulu klippast leys, men Johnny vísir á, at eitt nú íslendingar ofta brúka ketu til at skræða bilarnar sundur, um fólk skulu fáast út. Ikki minst, um talan er um støður, har tíðarfaktorurin er avgerandi.

 

Meðan vestmenningar hava verið uttanlands á skeiðsferð, hava kvívíkingar vart borg fyri teir, soleiðis at neyðuga hjálpin altíð er tøk, um óhappið skuldi hent.