Sunnudagin hevði Brandur Enni konsert á Broadway í Reykjavík. Frammanundan vóru tekin um, at tað kundi gerast eitt spennandi tiltak sæð við føroyskum eygum. Og soleiðis gjørdist tað eisini.
Nógv fólk var og lurtaði eftir tvørámanninum, og serliga ungar gentur hildu seg fram at.
Sjálv framførslan gekk avbera væl, og hetta fekk íslendsku bløðini at rósa føroyska sangarunum við stórum orðum mánadagin. Okkurt blaðið skrivaði, at Brandur kom, sá og sigraði.
Góð ummæli
Tað eru ikki bara íslendingar, sum eru fegnir um framførsluna. Eisini umboðsmaðurin hjá Brandi var væl nøgdur.
- Tað gekk rættiliga væl, og vit høvdu mánadagin fund við Broadway, har teir søgdu seg vilja hava Brand aftur at spæla har. So okkurt stendur eftir, sigur Steintór Rasmussen.
Samstundis sum konsertin varð hildin, kom eisini stakfløgan Still Friends út í Íslandi. Tað er er her, at Brandur syngur duett saman við íslendsku Jóhannu Guðrun.
Síðani Danmark
Føroyska ferðalagið í Íslandi taldi sløk 20 fólk. Tónleikarar, dansarar og umboð fyri danskar fjølmiðlar vóru við, og tey strandaðu øll í Íslandi í mánadagin, tí flogfarið fleyg ikki sum ætlað. Í gjár skuldu tey koma aftur til Føroya
Næsta málið hjá Brandi er at koma meira fram í Danmark. Har verður ein stakfløga givin út í næstum, og seinni kemur eisini ein fløga út.