Tað kemur væl við hjá B71, at teir hava uppalt Brand Hendriksson Olsen. Árstalsfelagið hevur gjørt avtalu við FCK, sum ger at felagið fær pengar, tá Brandur eitt nú spælir sín fyrsta dyst fyri besta liðið. Søgur hava gingið um, at talan er um yvir eina millión krónur, men so væl spælir klaverið ikki.
- B71 verður ikki eina millión krónur ríkari í morgin, bara tí Brandur hevur spælt sín fyrsta dyst fyri besta liðið. Vit hava gjørt eina avtalu við FCK, har vit stigvíst fáa fíggjarligar ágóðar, tá Brandur avrikar á besta liðnum. So hvørt Brandur heldur fram at spæla og hann er til gagn fyri teir, so fáa vit eisini ágóðan av tí, sigur Oddmar Selfoss, formaður í B71.
Slíkar avtalur eru vanligar í fótbóltsheiminum og formaður í B71 er væl nøgdur við, at felagið nú fær fíggjarligan vinning av at menna spælarar sum Brand.
- Hetta er ein góður máti at tjena pengar upp á. At uppala góðar spælarar og fáa teir víðari til útlandið. Hetta er ein góður máti hjá føroyskum feløgum at fáa fíggjarligan vinning, sigur Oddmar Selfoss víðari.
Hóast felagið nú er komið til nakað av pengum, so kemur tað í minni mun at avspeglast á besta liðnum, sum er flutt upp í 1.deild.
- Hesir pengarnir skulu brúkast til at menna ein nýggjan Brand í B71. Eg skal ikki siga, at okkurt ikki dettur á besta liðið, men í so fall verður talan um okkara egnu spælarar, sigur Oddmar Selfoss víðari.
Oddmar Selfoss stoltur og glaður fyri at síggja fyrrverandi B71 spælaran endiliga koma á vøllin fyri besta liðið hjá FCK.
- Nú hava vit fylgt væl við í seinastuni og vónað, at hann skuldi koma á vøllin. Hetta prógvar bara, at tú kanst koma langt hóast tú byrjar í B71, sigur formaðurin í felagnum at enda.
Brandur H. Olsen spældi við B71 til hann var 15 ár. Tá flutti hann til Danmarkar og hevur nú gjørt trý ára sáttmála við felagið.