Brandur valdur til ársins spælara hjá Ajax

Føroyski verjiskansin slapp at krýna eitt flott kappingarár ígjár

Mynd: Ajax København

Mynd: Ajax København

Ígjár hevði besti manshópurin hjá hondbóltsfelagnum í Keypmannahavn, Ajax sína endaveitslu. Mansliðið hjá Ajax endaði í miðjuni í næstbestu hondbóltsdeildini.

 

Millum eyðsýndu spælararnir hjá Ajax undanfarna kappingarárið er krútsterki føroyski verjuleikarin, Brandur Halgirsson.

 

Og ígjár fekk Brandur tann stóra heiðurin á endaveitsluna hjá Ajax at vera kosin besti spælarin hjá mansliðnum kappingarárið 2021-2022.

 

Á myndini sæst Brandur við steypinum. 

 

Mynd: Ajax København

Mynd: Ajax København