TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við Brand Hendriksson, ið saman við liðfeløgunum á føroyska landsliðnum vann 3-1 á Malta í tí fyrsta Nations League dystinum á heimavølli á Tórsvølli.
- Vit fingu tað vit komu eftir, staðfestir ein fegin Brandur Hendriksson.
Byrjanin var eitt sindur tung, men Brandur Hendriksson heldur, at 1-0 málið hjá Jóan Símun Edmundsson loysti væl upp, og tað var eisini týdningarmikið at søkja 2-0 málið og fáa tað stutt aftaná 1-0 málið.