Upptøka
Braquet, andaligi rokkbólkurin úr Eysturoynni, sum tey flestu munnu minnast frá Prix Føroyum 2003, hava nógv spennandi í umbúna. Teir vóru millum hinar 24 hepnu bólkarnar, ið herfyri sluppu gjøgnum nálareygað til luttøku í Prix Føroyum 2005. Teir kappast í seinasta umfari, 5. mars, móti Terja Rasmussen og Kristleifi Zachariassen, millum øðrum.
Men hetta er ikki tað einasta, ið upptekur Braquet fyri tíðina. Í seinastu viku varð farið undir upptøkurnar til eina fløgu, ið eftir ætlan skal koma út til Prix Føroyar finaluna. Flestum kunnugt, so er Prix?ið ein serstakliga góður sýnisgluggi uttaneftir fyri føroyskan tónleik. Skarin av áhugaðum útlendingum, arbeiðandi á ein ella annan hátt innan tónleikavinnuna uttanlands, ið eru áhugaðir í Prixnum, veksur fyri hvørja ferð. Braquet ætla sær við útgávuni undir eitt miðvíst arbeiði, at koma út í heim við teirra tónleiki og verður Prix finalan, ella Atlantic Music Event, startskotið. Fløgan verður upptikin í Kris? Stuff Studio í Havn, við Kristoffuri Mørkøre handan knøttarnar sum produsari. Kristoffur skal eisini ljóðblanda fløguna. Manningin í Braquet er Andrias Højgaard, sang, Arni Zachariassen, gittar, Leivur Vitalis, bass og Jóhan á Lakjuni, trummur.