Fram til meistaraárið 1997 megnaði B36 ongantíð at fáa fult á Svangaskarði. Síðani hava teir vunnið hvørja ferð. Undantakið var í fjør, tá ið teir tíðliga á árinum vóru í aldudali og taptu 1-0. B68 hevði ongan málmøguleika, men við sjálvmáli syrgdi B36 fyri, at stigini vóru eftir á Toftum!
Hesa ferð er Pól Thorsteinsson, sum var málskjútti í fjør, skaddur. Annars stendur tað væl til við fólki hjá B36. Eftir trilvandi byrjan vunnu teir sunnudagin trivaligan sigur á heimavølli ímóti ÍF. Um Jóannes Jakobsen fær fult á Toftum, har hann áður hevur verið venjari, og um tað lagar seg væl á annan hátt, so rokna teir í B36 við, at tað skal bera teimum til at lyfta seg uppaftur nærri toppinum.
Á Toftum hevur nógv verið tosað um brasiliumannin Andersson, sum teir vóna skal skjóta málini, ið higartil ikki eru komin. Hann hevur verið í hálva aðru viku á Toftum. Tað hevur verið bíðað eftir formellu loyvunum. Á middegi í gjár vóru tey ikki komin, men teir vónaðu, at hetta fór at koma upp á pláss, áðrenn teir mánakvøldið skulu spæla ímóti B36.
Annars stendur ikki væl til við fólki á Toftum. Øssur Jacobsen er burturstaddur. Bogi Petersen og Mortan Hansen hava ikki vant í vikuni, tí teir framvegis hava verið skaðaplágaðir. Mikkjal Thomassen lá sjúkur fyrrapartin av vikuni, og Herbert í Lon Jacobsen var burturstaddur. Hann vandi fyrstu ferð hóskvøldið.