Brdr. Berg koma til Føroya

Tíðindaskriv

Danski dansibólkurin Brdr. Berg skulu um vikuskiftið spæla til dans í Kagganum. Bólkurin spælir góðan lættan dansitónleik frá 60 ´unum og 70 ´unum. Á skránni eru løg hjá m.ø. Beatles, Creedence Clearwater Revivel, Rolling Stones, Manfred Mann, Santana, Springsteen, Kim Larsen, Lars Liholt og Poul Krebs. Brdr. Berg hava spælt saman í meira enn 20 ár. Brdr. Berg hava hitað upp hjá hjá m.ø. Shubidua, Lilholt, Gnags og Kim Larsen.
Orsøkin til at hesin bólkur kemur til Føroya er tann, at fleiri av tónleikarunum í bólkinum hava verið við til at skipa fyri og seta á stovn "Jelling Festivalin", ið hevur samstarv við Prix Føroyar. Lars "Charlie" Mortensen, ið spælir við Brdr. Berg er leiðari fyri Jelling Festivalin. Hann var eisini dómari til Prix Føroyar finaluna 2001. Charlie dámdi sera væl í Føroyum og vildi fegin koma ein túr til Føroya við sínum egna dansiorkestrið. Hesin dreymur er nú veruleiki m.a. við stuðli frá Atlantic Airways.
Teir seks tónleikarnir í Brdr. Berg koma eisini fyri at uppliva konsertina hjá Runrig og Týr á Hálsi 3. august. Týr og Runrig hava bæði spælt á Jelling Festivalinum m.a. var Runrig høvuðsnavnið á Jelling Festivalinum ár 2000.
Brdr. Berg: eru Frank Olsen- guitar, Mario Silvere- bas, Ove Rasmussen - tangentar og sang, Eric Østergaard - trummur og sang, Henric Franck Jensen - guitar og sang og Lars "Charlie" Mortensen - sang og guitar.