Andstøðulimur Javnaðarfloksins í Fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, tykist ikki vera bjartskygdur undan ársins fíggjarlóg. Uppskotið skal berast fram 30. september, og eftir fyrstu viðger verður fíggjarlógin eina viku seinni latin Fíggjarnevndini, sum so gjøgnumgongur hana grein fyri grein, áðrenn spurningar á fundi verða settir løgmanni og landsstýrismonnunum frá Fíggjarnevndini.
Karsten vanrøkir uppgávuna
Vilhelm Johannesen vísir eins og andstøðuleiðararnir í Dimmalætting á, at andstøðan higartil als ikki er tikin við í viðgerðina av fíggjarlógini 2004, og serliga er tað sambært varaformanninum í Fíggjarnevndini merkisvert, tá løgmaður í røðu síni á ólavsøku júst legði dent á at fáa breiðari semjur í framtíðini. Løgmaður segði m.a. soleiðis í løgmansrøðuni á ólavsøkuni: "Hóast eg havi roynt at fáa breiða politiska undirtøku í málum, ið sum frálíður hava stóran týdning fyri samfelagið, má ásannast, at hetta hevur ikki eydnast serliga væl. Eg havi helst mín part av skyldini, men staðfestast má, at politiska skipanin ikki er búgvin til eitt slíkt samstarv. Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða fyri hesum...fyri saman at fremja grundleggjandi lóggávu, sum røkkur langt inn í framtíðina". Sambært Vilhelm Johannesen er púrt einki av hesum at síggja í dag.
- Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, og restin av samgonguni, hava als ikki givið andstøðuni nakran møguleika at koma við ískoyti sínum, og tá talan er um størsta politiska málið, ársins fíggjarlóg, mugu allir partar fáa møguleikan at siga hugsan sína, tí hetta umfatar jú alt fólkið, sigur Vilhelm Johannesen.
Við hesum framferðarhátti væntar javnaðartingmaðurin úr Klaksvík enn ein tepran meiriluta og semju uttan um andstøðuna, og hóast einki nýtt sum so er í hesum, vísir Vilhelm Johannesen á, at heldur skuldi verið roynt at funnið eina breiðari semju, og at talan er um brotin lyfti og kávalótir um ynski og lyfti samgongunnar um breiðari semjur, sum komu til sjóndar í løgmansrøðuni.
Eldraøkið fyri skotum
Varaformaðurin í Fíggjarnevndini vísir víðari á, at niðurskurðurin á 1% og sparingarnar á tilsamans 36 milliónir krónur samanborið við játtanina 2003 helst fer at merkjast á eldraøkinum.
- Hetta er jú eitt tungt og kostnaðarmikið øki, og tískil er væntandi, at farið verður hagar at spara pening. Hetta er óttin, fleiri føroyingar í dag hava, sigur Vilhelm Johannesen, varaformaður í Fíggjarnevndini, sum við hesum sessinum hevur møguleikan fyri størri ávirkan á ársins fíggjarlóg samanborið hinir andstøðulimirnar.
Í allan gjár var drúgvur samgongufundur í sambandi við fíggjarlógina 2004, og sum skilst eru stór stig tikin fram ímóti endaliga uppskotinum um fíggjarlógina. Tíverri fekst ikki fatur á øðrum viðkomandi politikarum í sambandi við fíggjarlógina 2004 áðrenn evstamark á blaðnum.