Agga Niclasen: [email protected]
----
Eg hevði lovað mær sjálvum ikki at skriva um Anders Breivik, og hevði tað ikki verið fyri teimum eftirfylgjandi skarnsgerðunum, ið fylgdu massakruni fyri knøppum ári síðani í Norra, hevði eg eiheldur gjørt tað.
Tær eru tvær í tali: fyrst ódámliga ábreiðsluspælið hjá politiska klassanum vinstrumegin miðjuna, hvat var væntandi, og síðani revsingin, hasin ólátaði fanin ætlandi fær.
Tað er revsingin, rættvísið!, ið veruliga fær meg uppfrá, tá ið formligt rættvísi í besta norðurlendska stíli opinberiliga prædikar, at ein ófyrigevandi óreinskapur, har tú systematiskt avrættar eina mannamúgvu, gevur 12 ára fongsul. 21 ár í hansara føri, tí ríkisákærin nýtir terrorgreinina, men óansæð svarar revsingin, ella hevndin, um tú vilt, til sirka 4 mánaðir fyri hvørt dripið menniskja, tá ið hann burdi verið, fyrst totalt ignoreraður, síðani fongslaður fyri lívið.
Tað burdi tí verið hetta, “revsingin”, eg valdi burturúr. Men nei. Ov deprimerandi.
Eg vildi tí ikki umrøða hatta bakbeistið nágreinandi, men líka síðani sorgarleikin á Utøya í fjør hevur prátmikli vinstrivongurin gjørt sær dælt av ræðuleikanum við at geva høgravonginum skyldina fyri hasa skarnsgerðina. Moralskum vingulskøltum líkt var tað í væntu, men fyri tað er tað ikki minni skakandi og óhoyrt. Og tí er tað, at oyðandi effektin av niðurskjótingini í Norra ikki longur støðgar við henni.
At lurta at var tað mestsum ein lætti fyri evropeiska vinstrivongin, at terrorgerðin ikki var útinnt av eini jomfrúfikserandi skeggbavian, men einum ljóshærdum “kristnum fundamentalisti” (og hervið hent ignorera tann veruleika, at tað ikki er av tilvild, at hin gevaldigi prosentparturin av yvirgangi verður framdur av harðskapstrúgvandi muslimum).
Lætti transformeraðist skjótt til ábreiðslu. Tað gekk ikki ein vika áðrenn oddagreinir í vinstravendum bløðum nepsaðu týðandi høgravendar viðmerkjarar sum Mark Steyn og Douglas Murray fyri annaðhvørt at ignorera ella undirspæla Breiviksa slakt sum gerðin hjá einum svaklingi. Eisini Aayan hirsi Ali, hatta “islamiska” svarið uppá Martin Luther, fekk vinstrasinnaðan kærleika at føla; ikki tí, hennara aftursvar til mótpartin var vanliga nett og stingandi við heldur at lasta afturágangandi multikulturalismu og nationalromantiskan samleikapolitikk fyri hópdrápið.
Ein teirra, ið ikki kundi bara sær at skora nøkur bílig sosialdemokratisk poeng, og serliga nú, tá ið hansara uppdragandi og terapeutiski vælferðarstatur kortini er undir demografiskari og ideologiskari avvikling, var Thorbjørn Jagland, fyrrverandi norskur forsætisráðharri. Hann varð siteraður her og har ávarandi, at vit øll høvdu verið ov “upptikin” av “radikalum islam”... eitt samheiti fyri “heitur eldur”, hugsi eg.
At ikonoklastiskir meiningsmyndarir á høgravonginum fáa at vita, at teir skulu taka til eina meiri “forsiktiga” atgongu, tá ið teir tosa um multikulturalismu, er ikki tíðindi. Fyri tað er tvísporandi kravið at skerja talufrælsið hjá ófittum fólki—ófitt, tí tey ikki meina tað sama sum politiska vitanarelitan—demokratisk arrogansa í ovurmát.
Aayan hirsi Ali, til dømis, hevur verið eftir feiku multikulturalistunum fyri sítt islamiska herðaklapparí og moralsku relativismu, og er nú mest hataði persónur millum muslimar og tolerant javnaðarfólk.
Mótaða frælsiskvinnan hevur skírt multikulturalismuna “ein mishepnað doktrin” soleiðis sum hon treytaleyst javnsetir virðini hjá minnilutum við meirilutans.
Jagland segði tað vera at “spæla við eldi”, um klassiskir liberalistar við víðopnum kjaki sum stevnu halda á við at brúka retorikk, ið bara bíðar eftir at blíva misbrúktur av ekstremistum sum Breivik. Hetta er tí at Breiviksa “manifesto” sigur, at hann er super nógv ímóti innflyting, multikulturalismu og islamisering, eitt nú at allir muslimar skulu sendast “heim”. Men at sambinda Breiviksa ørvitistos við viðmerkingar hjá høgrasinnaðum viðmerkjarum, ikki endiliga fyri at harta muslimar, men islam sum óreformeraða trúgv, er groteskt.
Tað, vinstrivongurin vil, er at fara við Breivik sum ein seriøsan persón, sum um at hansara orð eiga uppiborið at verða tikin í álvara. Hví annars siga, at pásetligir liberalistar bera partábyrgd av Utøya-blóðbaðnum? At teirra hvassorðaða levering um islamsa sanna andlit hevur fingið Breivik at massamyrða fyri hond, og at liberalistarnir av hesum mugu “milda” sítt tungusnild, hvat DSU-formaðurin longu dagin eftir fortaldi TV2 News í síni “analysu” av hendingini.
Men, um Murray og hirsi Ali skulu átaka sær ábyrgd fyri Breiviksa brotsgerðum, hví tá ikki kasta Michael Moore og Robert Fisk fyri 9/11? Osama prísaði Fisk, av tí at handa vinstravenda grenjisurran av einum antiamerikanara í eina hálva øld hevur fordømt og gramt seg um “imperialistiska vesturheimin”. Sambært The Guardian hevur retorikkurin hjá Fisk, ein annars framúr Miðeystur-rapportari, ikki aleina rørt, men hugkveikt bin Laden. So nógv, at Osama vildi hava Fisk at greiða Bush og hansara heykum frá, “hví tað var, at al-Qaeda ger, sum tað ger”. Ikki eiti á. So kanska eisini Fisk burdi “milda” sín “terror-elvandi” retorikk?
Sjálvandi, tað er heilt høpisleyst at geva Moore og Fisk skyldina fyri islamiskum yvirgangi. Akkurát líka klikkað sum tað er at geva Douglas Murray og Aayan hirsi Ali skyldina fyri Utøya.
Persónligir terroristar, teir, ið trýsta á bumbuknappin og loysa skot av, bera eina ábyrgdina fyri hvat teir gera; ikki samfelagsviðmerkjandi einstaklingar, hvørs meiningar teir hava svølgt rátt.
Ikki tí, dupultmoralurin er enn sum altíð eyðsýndur: tá ið terroristar endurgeva vinstravendu elituna, verður farið lættliga um. Kortini, tá ið terroristar endurgeva høgravendu elituna, upsadeysi!, verður hetta brúkt sum eftirfarandi prógv fyri, at ávís politisk hugskot føra beinleiðis til yvirgangsbrotsverk, og mugu tí avlívast.
Tað er tí lætt at konkludera, at grundin til, at óliberalir liberalistar leinkja Breiviksa valdsgerðir til høgravongsins forsprákarar, til hirsi Ali og Murray, er tí at ryggleysa javnaðarelitan ikki torgar teirra hugskot eiheldur klárar at svara aftur í vanligum kjaki, og tí bara so longist eftir at skvatla ígjøgnum eina ræðsluøsandi profeti um “hvussu ógvusliga liberalir tankar framleiða fasistiskar drápsmenn”.
Men hugskotini borin fram av sosialistiskum guruum, av Moore og Fisk? Nei, javnaðarelitan dámar jú hasi hugskotini, og tí bilar minni, um tey av og á kveikja hissini yvirgang.
Tað margháttliga við Breiviksa roksi um multikulturalismu, er at hansara egna heimssýni er rokað við nettupp hesum klovningspolitikki. Hann letst vera ein einmans-herur ímóti óndu multikulturalismuni. Tó, líka frá bønini um at virða “mína mentan” til vitleysu fatanina av, at “hansara mentan” er fyri hóttum, avdúkar hann seg at vera ein krúnarvingur til tað multikulturella útsýnið.
Anders Breivik er ikki so øðrvísi enn hasir “kulturradikalistarnir”, hann elskar at hata. Júst sum teir, brúkar hann akademiskt gabb sosum “dekonstruera” og “mentanarligur samleiki” at lýsa, hvat er galið við Evropa. Og júst sum kulturradikalistarnir er Breivik evropameistari í at abdisera ábyrgd. Kulturellir trupulleikar? Trupult við at varðveita galdandi mentan? Akk, tá eru tað altíð hini, eksternar kreftir, tey fremmandu, tey óvitandi, religiøsi meirilutin... ja, ella bara USA—tað kann mann so altíð skylda uppá!
Hansara absurda tráan eftir mentanarligum samleika, hansara langtan eftir at reisa ein múr rundanum sín ímyndaða samleika soleiðis at hesin aldri verður hóttur av útvortis kreftum, er rein og skær multikulturalisma.
Effinett sum við islamumberandi vinstrivonginum er Breiviksa kick sonevndur identitets-politikkur, har øll kunnu kroystast í reinar og óbroytiligar kulturkassar, “tú ert homo, tú myrkur, tú definetely trans, tú muslimur og, hmmm, og tú, ja... ja, TÚ!, tú ert myrkur homomuslim”, og at hesir kassar mugu verjast fyri háðan og vanvirðing óansæð hvat.
Hesir má-ikki-broyta kulturkassar hevur Breivik fingið frá multikulturalismuni. Men tað er eisini á øðrum øki, hann er farin í song við teim multikulturellu. Hann heldur, at “mín mentan” er hótt. Einasti munurin er, at har vanligir multikulturalistar vísa á, at minnilutamentanir sum tann islamiska eru hóttar av islamofobiskum flóðaldum og fólksligari fávitsku, vísir Anders Breivik á, at tað faktiskt er meirilutamentanin, tann hvít-kristni samleikin, ið er hóttur av “islamiskari imperialismu”... og sama býtta pøbili.
Vissuliga, tað er heilt merkisvert, hvussu nógv hann hevur í felag við islamistarnar, hann heldur so hánt um. Har islamistar, eisini ávirkaðir av multikulturalismuni, pástanda, at teirra “mentanarligi samleiki” er hóttur av “nýggjum krossferðum” ímóti islam, pástendur Breivik, at hansara “mentanarligi samleiki” er hóttur av krossferðum úr Eysturlondum, av islamiseringini. Báðir partar eru sostatt blivnir púrasta paranoidir av áhaldandi harraboðum um at lovprísa sínar, eftir øllum at døma, sensitivu samleikar. Suckers.
Tað sindrið av Breiviksa skvaldri, eg havi tímað at notera, undirminerar uppáhaldið, at maðurin er víðgongdur kristin, ella bara kristin. Eitt nú er hann pro-abort, hevur stuttleikað sær við horum og gongur inn fyri nøkrum so statssneytandi, so ótolerantum og óliberalum og moralskt opportunistiskum sum bøssabrúdleypum.
Hinvegin, hóast talan var um “kristnan” yvirgang á Utøya, hevði tað ikki havt nakra ávirkan á tað faktum, at islam er eitt problem fyri muslimar og eina demokratiska vesturverð, har ábyrgjan og opinleiki eru aðaltættir. Vit tosa tess kvinnukúgan, tess illvilja til framsagnarfrælsi og alt ov lagaliga lyndi at leita sær til hóttanir og harðskap, tá ið alt annað riggar. Islam er framvegis, Breivik ella ei, tann mest kryplandi og óvanda religiónin. Og tað mest ironiska av øllum er, at hann hevur gjørt tað uppaftur torførari at tosa um henda sannleika.
Breiviksa barbarisku gerðir í fjør handlaðu tí ikki um at demontera multikulturalismuna, men um at kunngera henda vinstrivongsins gleðiboðskap. Tað er tí dekan syrgiligt, at evropeiski vinstrivongurin, sum einaferð andaði liberalismu, er blivin so desperatur, at hann nú følir seg tvungnan at eyðræna eitt grátiligt terrorálop, bara tí at gerningsmaðurin hesuferð er eitt ljóshært mannfólk.
Hvussu er og ikki, tá er Breivik eitt úrslit av einum Evropa bygt av multikulturella vinstrivonginum. Ella, orðað øðrvísi, og longri: vit frælsistar stúra eitt sindur fyri, at Evropa so líðandi fer at handa initiativið til ómenniskju sum Anders Behring Breivik.