Breivik fær dóm 24. august

Tann 24. august fer tingrætturin í Oslo at fella dóm í rættarmálinum ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik. Tað kunngjørdi dómarin Wenche Elisabeth Arntzen, tá rættarviðgerðin endaði seinnaprtin. Tað hevur leingi verið greitt, at rætturin fór at fella dóm tann 20. juli ella tann 24. august.

-Eg vænti, at tey flestu vildu havt dómin tann 20. juli, men tað týdningarmesta er, at tað verður ein rættur dómur, segði advokaturin Mette Yvonne Larsen, sum er hjásitari vegna tey avvarandi.

Ákærin Svein Holden segði, at ákæruvaldið dugir væl at skilja, at tað tekur tíð at skriva dómin í hesum málinum, og harafturat órógvar summarfrítíðin arbeiðið.

Ákæruvaldið hevur mælt rættinum til at geva Breivik viðgerðardóm, men verjin mælti í dag rættinum til at fríkenna Breivik ella at geva honum ta linastu revsingina.