Rætturin í Oslo, sum viðger málið ímóti Anders Behring Breivik, kunngjørdi í dag, at hann fer at fella dóm í málinum tann 20. juli ella tann 24. august.
-Tað er ikki greitt enn, nær dómurin verður kunngjørdur, men tað verður so ikki fyrr enn tann 20. juli. Men tað er eisini møguligt, at tað verður tann 24. august, skrivar rætturin á sínari heimasíðu.
Anders Behring Breivik myrdi 77 fólk í Oslo og á Utøya tann 22. juli í fjør.