Breivik illur

Dagsins rættarfundur í málinum ímóti Anders Behring Breivik fekk eina heldur óvæntaða vend, tá tann ákærdi brádliga hótti við at sløkkja sína mikrofon. Tað skrivar blaðið VG.

Sambært blaðnum kom øði í Breivik, tá ákærin Svein Holden spurdi hann um telduspælið World of Warcraft. At ákærin kom við spurninginum komst av, at kanningar hjá løgregluni hava víst, at Breivik spældi hetta spælið fleiri tímar hvønn dag og eisini ta seinastu tíðina upp undir yvirgangsatsóknirnar seinasta summar.

Men Anders Behring Breivik vil vera við, at tað var bara í 2006 og 2007, at hann javnan spældi hetta spælið. Tá ákærin vísti á, hvat kanningarnar høvdu avdúkað, noktaði Breivik at svara spurningunum frá ákæranum.

-Eg skilji, at tú ætlar at greina tíðina. Men hvat er málið? Hvat er tað, tú vilt? Tað er óneyðugt at taka hetta upp nú. Nú sløkki eg mikrofonina. Tú kanst spyrja, segði Breivik ilsliga.

-Tað er í lagi, men eg haldi fram, svaraði ákærin.

Breivil sløkti ikki mikrofonina, men hann sýtti fyri at svara spurningunum frá ákæranum, skrivar VG.