Norska ákæruvaldið við hava Anders Behring Breivik dømdan sinnissjúkan, og at hann skal fáa viðgerðardóm. Tað var Svein Holden, statsadvokatur, sum boðaði rættinum frá hesum. Hann legði afturat, at skuldi tað hent, at rætturin ikki heldur Breivik vera sinnissjúkan, fer ákæruvaldið ar krevja Breivik dømdan 21 ár í forvaring, sum er harðasta revsing, sum norsk lóg heimilar.
Hin ákærin í málinum, Inga Bejer Engh, statsadvokatur, segði á tíðindafundi seinnapartin, at Anders Behring Breivik verður ongantíð ein fríur maður, fær hann ein viðgerðardóm. Hon vísti á, at tað eru fólk, sum hava dripið eitt og tvey fólk, sum sita inni alt lívið, og Breivik hevur dripið 77.
Ein meiningakanning í Noregi vísir, at 75 prosent av norska fólkinum vilja hava Breivik dømdan í fongsul, men Inga Bejer Engh, segði á tíðindafundinum seinnapartin, at ákæruvaldið kann ikki taka støðu eftir, hvat fólkið heldur. Hon ásannaði tó, at tað kann vera ein trupulleiki, um lógin ikki er í samsvari við fólksins hugsan.
Rættarviðgerðin endar í morgin, tá verjarnir fáa orðið. Dómur fellur tann 20. juli ella tann 24. august.