Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik ætlar sær ikki at sita hendur í favn tey árini, hann skal sita í Ila-fongslinum. Ein av verjum hansara, Tord Jordet, sigur við blaðið VG, at Breivik hevur sagt verjunum, at hann ætlar sær at lesa stjórnmálafrøði og at skriva bøkur, meðan hann er í fongsli.
Annars hevur Breivik havt úr at gera við av lesa og at svara brøvum, sum hann hevur fingið, síðani hann varð settur fastur. Tord Jordet sigur, at sjálvur heldur Breivik, at hann hevur fingið millum 500 og 600 brøv. Hann hevur fingið brøv úr meiri enn 25 londum, men tey flestu eru komin úr Noregi. Av teimum útlendsku brøvunum hevur hann fingið tey flestu úr Týsklandi, Svøríki, Bretlandi og Russlandi.
Tann 24. august fellur dómur í málinum ímóti Anders Behring Breivik.