Breivik skrivaði Malmø-drápsmanninum brøv

Anders Behring Breivik hevur sent svianum Peter Mangs, sum vanliga verður róptur Malmø-drápsmaðurin, fleiri brøv. Mangs er ákærdur fyri trý dráp og 12 drápsroyndir ímóti innflytarum í og nærhendis Malmø tey seinastu árini.

Sambært norska Dagbladet rósar Breivik Peter Mangs og kallar hann "tann støsrta skandinaviska mótstøðumannin" undan 22. juli í 2001. Tað var tann dagin, at Breivik myrdi 77 fólk í Oslo og á Utøya.

Ein av verjunum hjá Breivik váttar fyri blaðnum, at Breivik hevur sent Peter Mangs og týska nýnazistinum Beate Zschäpe fleiri brøv, meðan hann hevur sitið í fongslinum. Í brøvunum bjóðar Breivik sær til at veita teimum moralskan stuðul í teirra rættarmálum.