Breivik skrivar brøv

Hópdrápsmaðurin Anders Behring-Breivik er í ferð við at skriva til sínar høgrasinnaðu stuðlar, sum hava biðið hann halda á við bardaganum. Blaðið VG skrivar, at síðani rættarmálið endaði, hevur Breivik brúkt ein stóran part av tíðini á skrivstovudeildini í klivanum. Ein av verjum hansara, Vibeke Hein Bæra, sigur við blaðið, at Breivik brúkar einar átta til tíggju tímar um dagin til at skriva brøv.

Sambært VG hevur Breivik millum annað skrivað, at hann ætlar sær at berja niður virðini í tí norska samfelagnum, og at hann ætlar sær at skriva tríggjar bøkur, eina um yvirgangsatsóknirnar, eina um hugsjónina og eina um framtíðina. Harafturat hevur hann ætlanir um at skipa eitt víðgongt kervi uttan fyri fongsulsveggirnar. Tað skal hava 50 høgravíðgongdar limir og hava heitið Conservative Revolutionary Movement.

Anders Behring Breivik skal skriva nógv brøv, um hann ætlar sær at svara øllum, sum hava skrivað til hansara, tí sambært VG hevur hann fingið næstan 600 brøv, síðani hann varð tikin og settur fastur.