Norska løgreglan avdúkar, at hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevði ætlanir um at beina fyri amerikanska forsetanum, Barack Obama. Tað hevur hann sagt undir avhoyringum hjá løgregluni.
Breivik hevur greitt løgregluni frá, at hann umhugsaði fleiri møguleikar fyri, hvussu hann skuldi søkja at hátíðarhaldinum, tá friðarheiðurslønin hjá Nobel bleiv handað. Men tað skuldi gerast við einari bilbumbu, og málið var at gera av við Obama.
Breivik hevur eisini greitt frá, at hann ætlaði sær at vera í løgreglubúna, tá hann skuldi fremja álopið, júst sum tá hann gjørdi á Utøya. Hann valdi tó at sleppa ætlanini um at søkja at Obama, tí hann væntaði, at trygdartiltøkini fóru at vera serliga strong.