Breivik: Tveir riddarar fara at drepa 300

Tveir yvirgangsmenn í Noregi eru í ferð við at leggja ætlanir um at drepa 300 hundrað fólk. Tað segði Anders Behring Breivik undir avhoyringini í dag. Hetta segði hann eisini, tá hann bleiv tikin á Utøya.

-Tað var nakað, sum eg ikki skuldi havt sagt, segði hann, men legði dent á, at tað er satt.

-Eiga vit at óttast hesar báðar einstaklingarnar, spurdi ákærin.

-Ja, svaraði Breivik. Hann segði, at hann hevur havt tilknýti til seks fólk, og at sjálvur var hann ein av trimum í Noregi.

-Eg roknaði ikki við, at eg fór at sleppa livandi frá álopinum á stjórnarhúsini í Oslo, segði Breivik og viðgekk, at tað kom enn meiri óvart á seg, at hann slapp livandi frá álopinum á Utøya.