Bretar banna Huawei frá 5G netinum

Sleppa ikki at seta upp nýggja Huawei útgerð

Bretska stjórnin hevur biðið bretskar samskiftisveitarar um at gevast við at installera nýggja útgerð frá Huawei í 5G netið frá september mánaði.

Tað skrivar BBC í dag.

Boðini koma undan nýggjari lóggávu, ið eftir ætlan skal seta forboð fyri, at kinesiski samskiftisrisin sleppur at vera á bretska netinum. Eftir ætlan verður lóggávan løgd fyri tingið týsdagin.

Við lóggávuni verða allar vandamiklar samskiftisfyritøkur noktaðar atgongd til bretska netið, sigur Oliver Dowden, digitalur ráðharri.

Tað fer kortini framhaldandi at bera til at halda við at viðlíkahalda gamla útgerð.

Upprunaliga var ætlanin, at Huawei skuldi veita útgerð til bretska 5G netið. Men eftir trýst frá Amerika, sum vildi vera við, at kinesiska stjórnin brúkar útgerð hjá Huawei til njósning, gjørdist bretska stjórnin meira kritisk móti kinesiska veitaranum, og hevur nú tikið avgerð um at strika Huawei sum veitara.