Bretland ætlar at banna sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár

Bretland ætlar at banna børnum og ungum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, vil banna børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar. (Savnsmynd)

Tað skrivar DR við støði í útsagnum frá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer.

Sambært Starmer er lógaruppskotið væl á veg og kann verða samtykt longu fyri jól. Ætlanin er, at nýggju reglurnar skulu koma í gildi komandi vár.

– Sosialir miðlar gera børn ólukkulig, gera tað lættari hjá happingarfólki at forfylgja teimum og kunnu eisini skaða teirra sálarligu heilsu, sigur Starmer sambært bretskum miðlum.

Bretska stjórnin hevur millum annað hugt at Avstralia, sum í fjør gjørdist fyrsta landið í heiminum at banna sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár.

Sambært DR fara bretsku reglurnar at verða enn strangari. Umframt sosialar miðlar verður ætlanin eisini at avmarka atgongdina hjá børnum til onnur nettilboð, eitt nú ávísar spæliappir og kjattskipanir.

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, vil banna børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar. (Savnsmynd)