Í dag noyddist Bretland at staðfesta, at talið av deyðum í samband við koronu nú er farið upp um 150.000, síðan farsóttin tók seg upp.
Tað merkir, sambært BBC í dag, at 150.057 fólk í Bretlandi eru deyð innan 28 dagar eftir, at tey eru vorðin staðfest positiv fyri covid-19.
Seinasta samdøgrið eru 313 fólk í Bretlandi deyð við koronu. Tað vísa nýggjastu tølini hjá bretsku heilsumyndugleikunum.
Bretland er sjeynda landið í heiminum, sum nú hevur fleiri enn 150.000 deyð við koronu - eftir USA, Brasilia, India, Russlandi, Meksiko og Peru.
Seinasta samdøgrið eru 146.390 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í landinum, flestu við omikron-frábrigdinum.