Bretskir andstøðuflokkar siga, at teir við eina atkvøðugreiðslu í næstu viku fara at atkvøða ímóti ynskinum hjá Boris Johnson, forsætisráðharran, um at skriva út nýval.
Boðini frá andstøðuni birta undir enn eitt brexitstríð millum konservativu stjórnina og andstøðuna mánadagin.
Tá ætlar Boris Johnson, forsætisráðharri, at hava enn eina atkvøðugreiðslu um at skriva út núval – heltst miðskeiðsi í oktober – bara tvær vikur fyri, at Bretland skal úr ES 31. oktober.
Andstøðuflokkar, teirra millum Labour, samdust undir samráðingum í dag um, at annaðhvørt at atkvøða í móti ella ikki at atkvøða, til ein lóg, sum forðar fyri einum no-deal brexit, er sett í gildi.
Tað siga keldur í Labour, eftir at Jeremy Corbyn í dag var vertur fyri eini ráðstevnu við øðrum flokkum. Arbeiðaraflokkuin sigur, at tey hava tosað um at forða einum skaðiligum no-deal brexit og so hava tjóðartingsval, tá tað er gjørt.
Skotski Tjóðskaparflokkurin, SNP, vil heldur ikki stuðla ynskinum hjá Johnson um at skjótt val. Men flokkurin sigur, at veljararnir ikki skulu bíða leingi eftir at fáa eitt val.
Ein bretskur dómstólur vísti frá sær í dag eina kæru ímóti avgerðini hjá Johnson at senda tingi heim í næstu viku.
– Kærin er avvíst, segði Ian Burnett, sum er hægsti dómarin í Onglandi og Wales. Dómarin sigur,at málið kann kærast víðari til hægri rætt.
Bretski virkiseigarin Gina Miller, sum hevur lagt fleiri sakir at forða eitt brexit uttan avtalu sigur, at hon fer at kæra málið til Hægstarætt 17. september.
Undir eini atkvøðugreiðslu í Undirhúsinum mikudagin samtykti ein meiriluti eitt lógaruppskot, sum skal forða fyri, at Bretland fer úr ES uttan skilsmissuavtalu.
Lógaruppskotið, sum skal forða fyri einum no-deal brexit, verður liðugtviðgjørt og góðkent í yvirhúsinum í dag, siga leiðandi politikarar úr Yvirhúsinum við BBC.
/ritzau/Reuters
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }