Bretska tingið skal atkvøða fýra ferðir um brexit

Labour fer at stuðla einum uppskoti um brexitavtalu eftir norska modellinum, sigur BBC.

 

Bretska tingið fer at halda fýra atkvøðugreiðslur um brexit í kvøld – millum annað um eina tollsamgongu og eina loysn eftir norska modellinum.

Tað sigur formaðrin í Undirhúsinum, John Bercow.

– Fýra ymsir møguleikar koma til atkvøðugreiðslu, ger hann greitt.

Tilsamans vóru níggju uppskot løgd fram.

Tey fýra, sum formaðurin hevur sett til atkvøðugreiðslu, eru um eina varandi tollsamgongu, eina brexitavtalu eftir norska modellinum, eina fólkaatkvøðu, sum skal vátta brexit innan farið verður úr ES eins og eina leingjan av samráðingartíðini sambært grein 50.

Brexit-talsmaðurin hjá bretska arbeiðaraflokkinum Labour, Keir Starmer, sigur, at flokkur hansara fer at atkvøða fyri trimum av uppskotinum, sum eru til atkvøðugreiðslu.

– Vit fara at atkvøða fyri uppskotinum um tollsamgongu og eini brexitavtalu eftir norska modellinum og fyri eini fólkaatkvøðu, sum skal vátta brexit, áðrenn Bretlandi fer úr ES, sigur Starmer, sum samanv ið floksleiðaranum, Jeremy Corbyn, hevur skrivað til limirnar í Undirhúsinum í ymsum flokkum og bjóða til kjak um, hvussu naggatóndin um brexit kann greiðast.

Ætlanin eftir norska modellinum, sum eisini verður kalla Felagsmarkanður 2,0, ber í sær, at bretar fara úr ES, men varðveita fría flytføri og gjalda til ES-fíggjarlógina.

Atkvøðugreiðslurnar mánakvøldið eru ikki bindandi, men bert vegleiðandi. Tað er sami leistur, sum varð nýttur í tinginum í síðstu viku, tá átta uppskot vóru til atkvøðugreiðslu. Tey vórðu øll feld.

Í fyrsta umfari var eitt uppskot um eina tollsamgongu við ES eitt av best dámdu uppskotunum, sjálvt um tað eisini varð felt við knøppum meiriluta.

Upprunaliga skuldi Bretland fara úr ES 29. mars, men skilnaðardagurin er útsettur til 12. apríl.

Farið verður undir atkvøðugreiðslurnar nú klokkan 20. Úrslitini væntast ikki fyrr enn seinni á kvøldi.

 

/ritzau/Reuters