Í nátt hevur eitt innbrot av teimum meiri sjáldsomu verið í Havn.
Tað var tá ið starvsfólk komu til arbeiðis í Blákrosshandlinum í Havn á miðdegi í dag, varnaðust tey, at tað hevði verið innbrot um náttina.
Løgreglan varð boðsend, og tá ið tey komu á staðið, máttu staðfesta, at talan var um eitt innbrot av tí meiri sjáldsama slagnum.
Tað vísti seg nevniliga, at innbrotstjóvurin hevði skift skógvar í handlinum. Sostatt hevði hann fingið sær eina skógvar.
sum annars vóru til sølu í handlinum, niður av hyllini. Samstundis hevði hann latið sínar egnu, brúktu skógvar, standa eftir í handlinum.
Somuleiðis er tjóvurin farin avstað við vekslipengunum í kassanum, nakrar hundrað krónur í smápengum.
Á Kanningardeildini hjá løgregluni siga tey, at tey hava ein varhuga av, hvør eigur skógvarnar. Men nú eru teir sendir til tekniskar kanningar í Danmark í eini vón, at prógv, sum halda í rættinum, kunnu fáast fyri, hvør eigur skógvarnar.
Nú verður eisini kannað, um innbrotið í Blákrosshandlinum hevur sambandi við innbrotið í Svimjiøllini í Havn í nátt.
Í hesum sambandi verða skógvarnir eisini samanbornir við spor, sum vórðu funnin í Svimjihøllini fyri at vita um nakar samanhangur er.