Brian John Huges á Skarv

Leygarkvøldið fer klaksvíkingurin Brian John Hughes fyri fyrstu ferð at undirhalda við sangi og gittara á føroyska ølstaðnum Skarv í Keypmannahavn.

Brian býr í Keypmannahavn og undirheldur ofta í býnum, men frøðist endiliga um at sleppa at syngja á føroyskum. Brian hevur áður spælt saman við góðum føroyskum tónleikarum og hann hevur mangan jammað á Roykstovuni, á Irish Pub, í Mica og í Mimir. Tað er ókeypis at sleppa inn áðrenn klokkan tvey, og júst tá fer Brian John Hughes á pallin.

 

Kelda: FO Invasion