Brian McFadden er í hesum døgum í Írlandi, har hann roynir at fáa foreldramyndugleikan yvir døtrunum. Í einum írskum sjónvarpsshowi hevur McFadden greitt frá, at hann hevur skotið upp, at fyrrverandi konan letur honum døturnar í eitt hálvt til eitt heilt ár, meðan hon fær skil á sínum lívi.
Fyrrverandi konan, sum eitur Kerry Katona og var ein av sangarinnunum í Atomic Kitten, hevur veldigar trupulleikar. Fyri nøkrum vikum síðani var hon tikin í at sniffa kokain, og fekk fáar dagar seinni eina ávarðing fyri at leypa á grannskoðaran hjá sær.
Harumframt er hon júst alment farin á húsagang og hevur mist sína seinastu reklamukontrakt.
Hóast McFadden býr í Avstralia saman við songkvinnuni Delta Goodrem, so er hann til reiðar at flyta aftur til Írlands, fyri at taka sær av 8 ára gomlu Molly og seks ára gomlu Lilly-Sue.
-Og, legði hann afturat í samrøðuni, -Mamma hevur lovað at hjálpa mær at ansa teimum.
Katona hevur, umframt tvær døtur við McFadden, eisini tvey smærri børn við einum hýruvognsførara, sum hon eisini er skild frá.