Broderað frímerki frá Posta

Tvey nýggj frímerki: Friðardúgvan og Stabbagrót

Føroysk frímerki bera orð fyri at vera vøkur, nýskapandi og serstøk. Nú gevur Posta út tvær heilt serstakar útgávur: eitt broderað frímerki við friðardúgvuni og eitt listarligt frímerki av stabbagróti í Froðba.

 

Fyrsta broderaða frímerkið

Fyri fyrstu ferð nakrantíð gevur Posta út eitt broderað frímerki. Frímerkið er gjørt úr endurnýttum polyestertráði og ímyndar eina friðardúgvu. Útgávan er partur av The Dove of Peace Project – eitt samstarv millum evropeisk lond, ST og UPU (Altjóða Postsambandið), sum hevur til endamáls at varpa ljós á frið í heiminum.

 

Vit kunnu ikki steðgað heimsins kríggjum, men við hesum frímerkinum vilja vit minna á týdningin av friði – bæði millum lond og millum einstaklingar. At fáa frið byrjar við hesum lítla súmbolinum fyri frælsi, kærleika, tolsemi, gleði og vakurleika.

 

Frímerkið er ikki bert ein samlaravøra, men eisini eitt súmbol fyri vón og samlag. Við hesum átaki geva postverk og samstarvspartar eitt virkið íkast til altjóða friðarrørsluna – ein sting í senn.

 

Frímerkið, sum kemur út í morgin, 19. september, er hegnisliga sniðgivið og framleitt av Hämmerle & Vogel Gmbh & Co KG í Eysturríki.

Síggj filmsbrotið Stitch by Stitch um framleiðsluna her.

 

Stabbagrót í Froðba

Hevur tú onkuntíð staðið og undrast á ein grótvegg, sum sær út sum langar súlur, útskornar sum við hond? Hesar súlur verða kallaðar stabbagrót og eru sonn listaverk bygd inn í náttúruna. Her í Føroyum eru fleiri hugtakandi dømi – eitt nú í Kulugjógv við Froðba, sum frímerkið myndar.

 

Frímerkið er teknað og graverað av norsk-svenska listamanninum Martin Mörck og kom út 17. september – eisini sum svartprent.

 

 

 

Posta á altjóða framsýning

Í hesum døgum luttekur Posta á stóru altjóða framsýningini PHILAKOREA 2025 í Seoul, har áhugin fyri føroyskum frímerkjum er stórur. Millum frímerkjasavnarar er tað serliga væl umtókt at fáa undirskrift frá frímerkjalistafólki á bjálva ella frímerki. Vit eru tí fegin um, at Martin Mörck vitjar á básinum hjá Posta hesar dagarnar, og bjóðar seg til at signera frímerkjavørur.

 

Fáast til keyps

Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##