Tveir brøður í Svøríki, sum fingu skuldina fyri, at ein fýra ára gamal drongur doyði, tá teir fóru ávikavist fimm og sjey ára gamlir, eru nú fríkendir.
Í svenska býnum Arvika hevur áleypandi sakin um, hvussu tann fýra ára gamli Kevin doyði í 1998 sett sín dám á íbúgvarnar í 20 ár.
Nú eru tveir brøður, sum fingu skuldina fyri, at drongurin doyði, tá teir bara vóru ávikavist fimm og sjey ára gamlir, fríkendir.
– Brøðurnir Christian Karlsson og Robin Dahlén hava fingð boðini, sum teir hava bíðað eftir síðani teir vóru fimm og sjey ára gamlir, siga svenskir miðlar eftir at nýggja kanning hevur verið seinasta árið.
Nýggjar greiningar og yvir 80 nýggjar avhoyringar eru gjørdar. Niclas Wargren, ákæri og kanningarleiðiar, boðaði í gjár frá, at brøðurnir eru púra fríir.
– Teir kunnu ikki longur illteingjast fyri brotsverkið. Prógvini eru ov veik, sigur hann og leggur dent á, at vitnisfrágreiðingar benda á, at tað er ósannlíkt, at dreingirnir kunnu hava dripið Kevin.
– Tað er undrunarsamt, at fyrilit ikki fyrr eru tikin fyri hesum upplýsingum, sigur Niclas Wargren í frágreiðing um málið, har hann kritiserar upprunaliga kanningararbeiðið og avhoyringarnar av dreingunum.
Hann sigur, at avhoyringarnar vórðu »ótýðuligar, fullar av mótsetningum og inkonsekventar«.
Hann sigur víðari, at settir vóru leiðandi spurningar í óhepnum støðum.
Tað verður sligið fast, at tað er óvist, hvussu Kevin doyði. Hann kann vera druknaður. Hann kann hava verið fyri seksuellum ágangi, men tað er ikki sannlíkt. Hann kann hava verið fyri harðskapi við einum bleytum tingi, men ikki frá brøðrunum.
Eitt nýtt ástøði er, at ein plattur kann kann verða koppaður á dreingin. Men tað er heldur ikki eitt endaligt svar.
Ein dokumentarsending á SVT og kanningar, sum blaðið DN hevur gjørt, hava verið við til at málið varð tikið uppaftur.
Fyri teir báðar brøðurnar og familjur teirra var tað ein sera stórur lætti at fáa boðini. Pápi dreingirnar, Weine Dahlén sigur, at 20 ára gomul marra er av.
/ritzau/TT